Klipp í koyrikortið fyri at koyra fyri reyðum ljósi

Klipp í koyrikortið fyri at koyra fyri reyðum ljósi
Ein fekk koyriforboð, tá politiið gjørdu ferðmátingar á Oyndarfjarðarvegnum og millum Fjarða
Tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið, tí teir koyrdu fyri reyðum ljósi við bergholini norður um Fjall. (Savnsmynd)
 
24.06.2024 - 08:29

Tríggir bilførarar fingu klipp í koyrikortið fyrrapartin í gjár, tí teir koyrdu, tá ljósini við bergholini norður um Fjall lýstu reytt.

Ein fekk koyriforboð, tá politiið gjørdu ferðmátingar á Oyndarfjarðarvegnum og millum Fjarða.

Hann koyrdi 115 km/t.

Fólk, sum bara hava havt koyrikort í trý ár, ella styttri enn tað, fáa koyriforboð í slíkum førum.

Onnur fáa treytaða frádøming.

Tveir bilførarar fingu klipp, og fýra fingu sekt.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037