Ríkisstjórnin onga støðu til statskassafígging

Ríkisstjórnin onga støðu til statskassafígging
Kemur ein ítøkiligur fyrispurningur úr Føroyum um málið, fer stjórnin væntandi at tosa við landsstýrið, sigur fíggjarmálaráðharrin
Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.06.2024 - 08:06

Ríkisstjórnin hevur onga støðu, um Føroyar vilja hava statskassafígging, eitt nú lán úr statskassanum.

Men kemur ein ítøkiligur fyrispurningur úr Føroyum um tað, fer stjórnin væntandi at tosa við landsstýrið.

Nicolai Wammen, fíggjarmálaráðharri, hevur svarað Onnu Falkenberg, fólkatingskvinnu, sum spurdi um statskassalán til Føroya.

 

Læntu 5,6 mia. í nítiárunum

Ráðharrin sigur, at stjórnin fer at tosa við landsstýrið um, hvat pengarnir skulu brúkast til.

Men, sigur hann, eingin fyrispurningur er komin frá landsstýrinum um statslán ella statskassafígging.

Statskassin lænti føroyingum 5,6 milliardir kr. frá 1993 til 1997.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541