Kappingareftirlitið: Dómurin hevur nógv størri týdning enn upphæddin

Kappingareftirlitið: Dómurin hevur nógv størri týdning enn upphæddin
Tað sigur Terje Sigurðsson, stjóri í Kappingareftirlitinum, nú málið við FT Samskifti er endaliga avgreitt
Terje Sigurðsson er stjóri í Kappingareftirlitinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (Savn)  
 
27.06.2024 - 18:23

Fyrrapartin segði Føroya rættur dóm í málinum, sum ákærumyndugleikin hevði reist móti FT Samskifti, fyri at felagið hevði brotið kappingarlógina.

Málið bygdi á tað arbeiðið, sum Kappingareftirlitið hevði gjørt og er nú endaliga avgreitt frá rættinum við einari bót uppá tríggjar milliónir krónur.

Upprunaliga var talan um tvey mál, har ákærumyndugleikin legði upp til eina bót uppá tilsamans 45 milliónir krónur, men hartil kom tað ongantíð.

Fyrst og fremst tí, at størra málið, tað upp á 27 milliónir krónur, fall burtur, tí Føroya Tele kærdi til Kappingarráðið og fekk viðhald.  

Og nú er tað seinna málið so endað við einari semju, har FT Samskifti viðgongur at hava brotið kappingarlógina og fyri tað fær felagið tríggjar milliónir krónur í bót. 

Hóast tað kann virka sum eitt rættiliga stórt lop frá 45 milliónum krónum niður í tríggjar, so hevur tað ongantíð verið upphæddin í sjálvum sær, sum hevur havt týdning.

Heldur eru tað møguleikarnir fyri einari góðari kapping millum aktørarnar á marknaðinum.  

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1681833

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598