Skráin klár: Finalistarnir hittast í fyrsta umfari

Skráin klár: Finalistarnir hittast í fyrsta umfari
FM-finalistarnir farna kappingarár, H71 og KÍF, hittast í fyrsta umfari í Burn-deildini, meðan Kyndil og Neistin bresta saman í fyrsta dystinum hjá kvinnum
H71 tekur ímóti KÍF í fyrsta umfari av Burn-deildini
 
27.06.2024 - 10:45

Føroyameistarin og silvurvinnarin farna kappingarár bresta saman í fyrsta umfari í Burn-deildini, sum byrjar í september.

Kappingarskráin er løgd, og hon avdúkar, at H71 tekur ímóti KÍF í Hoyvíkshøllini sunnudagin 8. september. Dagin fyri spæla Neistin og Kyndil í høllin á Hálsi í fyrsta dystinum hjá monnum hetta kappingarárið.

SMS-deildin byrjar eisini í høllini á Hálsi leygardagin 7. september, har føroyameistarin, Kyndil, brestur saman við grannunum úr Neistanum. Dagin eftir spælir H71 ímóti EB í Hoyvík, Stjørnan vitjar StÍF á Strondum og VB tekur ímóti VÍF í Vági. 

Annars byrjar kappingarárið við dystunum um Lionsbikarið, har vinnararnir av steypakappingini og FM farna kappingarár møtast. Hesir dystirnir verða sunnudagin 1. september í Hoyvíkshøllini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 oktt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Sunnudag 18. oktober
Filosofiskur (5)
214898
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858