Turid Arge: Eg eri fegin um semjuna, vit hava gjørt

Turid Arge: Eg eri fegin um semjuna, vit hava gjørt
Turid Arge fer úr starvi sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og verður í staðin ráðgevi í Løgmálaráðnum
Turid Arge er ikki longur aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.
Mynd: Savn  
 
28.06.2024 - 18:50

- Eg eri ikki heilt samd í metingunum hjá kanningarleiðaranum, men eg fyrihaldi meg til niðurstøðuna hjá honum.

Tað sigur Turid Arge, nú fyrrverandi aðalstjóri í Heilsumálaráðnum.

Í gjár skrivaðu Løgmansskrivstovan og Turid Arge undir semju: Turid Arge fer úr starvi sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum, og verður í staðin ráðgevi í Løgmálaráðnum. 

Í tænastumannakanning er Jens Nørtved, komin til, at Turid Arge hevur brotið § 9 stk. 1 í tænastumannalógini, við at seta til viks ásetingar í innlitslógini, fyrisitingarlógini og lóg um Løgtingsins umboðsmann.

Fyri hetta fær Turid Arge eina átalu og fer frá sum aðalstjóri í Heilsumálaráðnum. Samstundis verður hon sett í starv sum ráðgevi í Løgmálaráðnum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum

1682045


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065