Vinstravongurin og miðsamgongan taka seg saman móti Le Pen

Vinstravongurin og miðsamgongan taka seg saman móti Le Pen
Seinna umfar av tjóðartingsvalinum í Fraklandi verður sunnudagin
Gabriel Attal, forsætisráðharri í Fraklandi, heldur, at høgravongurin fær ikki so stóra framgongd, um hinir flokkarnir taka seg saman ímóti honum undan seinna umfari av tjóðartingsvalinum, sum verður sunnudagin
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
03.07.2024 - 13:12

Í Fraklandi hava fleiri enn 200 valevni á vinstraveingi og í miðsamgonguni tikið seg aftur undan seinna valumfari á tjóðartingsvalinum í Fraklandi sunnudagin.

Vónin er, at tey, sum standa á listanum, fáa betri møguleika at vinna á Tjóðskaparliga savningarflokkinum á høgraveinginum á valinum.

Franski forsætisráðharrin, Gabriel Attal, sigur, at taka flokkarnir seg saman móti Tjóðskaparliga savningarflokkinum, eru góðir møguleikar fyri, at høgravongurin ikki fær so stóran meiriluta.

 

Tjóðskaparligi savningarflokkurin hjá Marine Le Pen fekk triðjuhvørja atkvøðu í fyrra valumfari. (Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix)

 

Attal hevur hildið røðu, nú tað er greitt, at 221 valevni hjá miðsamgonguni hjá Macron, forseta, og hjá vinstraveinginum hava boðað frá, at tey stilla ikki upp til seinna valumfar sunnudagin. 

Tjóðskaparlgi savningarflokkurin hjá Marine Le Pen vann stórsigur á fyrra valumfari. Hann fekk 33 prosent av atkvøðunum. 

- Tað verður torførari hjá valevnunum á høgraveingi at fáa gott úrlit, tá ið so nógv valevni taka seg aftur, sigur altjóða korrespondenturin hjá DR, Stéphanie Surrugue:

 

03072024_Stephanie

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Hósdag 21. mai
Eitt korter við jazzi - 210526
208671
Hósdag 21. mai
Morgunlestur hósdagur 21.mai 2026
208380
Mikudag 20. mai
Skratsj 20. maj 2026
208625
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590