Arbeiðsgevarafelagið: Hava vánaligastu marknaðaratgongd í heiminum

Arbeiðsgevarafelagið: Hava vánaligastu marknaðaratgongd í heiminum
Politiskar vitjanir kunnu ikki standa einsamallar, men mugu fylgjast upp, sigur Føroya arbeiðsgevarafelag eftir vitjanina hjá Høgna Hoydal, landsstýrismanni, í Japan
Arbeiðsgevarafelagið heldur, at vit eiga at raðfesta Suðurkorea, Kina og Japan, tá ið ræður um fiskavørur. (Savnsmynd)
 
09.07.2024 - 08:54

Vit munnu vera millum tey londini í heiminum, sum hava vánaligastu atgongdina til alheims marknaðirnar.

So avgjørt er Føroya arbeiðsgevarafelag 

Nú Høgni Hoydal, landsstýrismaður, var í Japan, sigur Arbeiðsgevarafelagið, at politiskar vitjanir kunnu ikki standa einsamallar.

Tær mugu fylgjast upp av einum áhaldandi arbeiði at skapa samband við skipanir í teimum londum, sum vit velja at raðfesta.

Og her hugsar Arbeiðsgevarafelagið um Suðurkorea, Kina og Japan og fiskavørur.

 

Standa uttan fyri handilsfelagsskapir

Føroya arbeiðsgevarafelag sigur, at Føroyar eru eitt av fáu londunum, sum hevur valt at standa uttanfyri allar handilsfelagsskapir, sum flest onnur lond eru í.

Men tað valið gevur samstundis eina serliga ábyrgd fyri at seta nóg mikið av orku av til at betra marknaðaratgongdina, sigur felagið.

Arbeiðsgevarafelagið nevnir eisini tvískattasáttmálar.

- Vit mugu hava fleiri slíkar sáttmálar, sum kunnu gera føroyskar tænastuveitarar kappingførar við kappingarneytar í øðrum londum, sigur um Føroya arbeiðsgevarafelag.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 5. oktober
RagnarRokk: Felix Heldt um Night is Calling
214012
Sunnudag 4. oktober
Møti í Filadelfia í Gøtu
214246
Sunnudag 4. oktober
Guðstænasta í Gøtu kirkju
214240
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Sunnudag 4. oktober
Andaktin við Jastrid á Dul Sørensen
214241
Leygardag 3. oktober
Sement 2026 (1:3)
214234
Fríggjadag 2. oktober
Pan-ArcticVision 2026
214213
Fríggjadag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214162