Uttanhýsis løgfrøðingur skal kanna uppsøgn á Glasi

Uttanhýsis løgfrøðingur skal kanna uppsøgn á Glasi
Poul Geert Hansen, aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, váttar, at mistøk eru gjørd í sambandi við viðgerðina av málinum
Glasir.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen (savnsmynd)  
 
18.07.2024 - 14:43

Í frágreiðing, send Barna- og útbúgvingarmálaráðnum, BUMR, 14. juli í ár, skrivar Una Joensen, rektari, at hon hevur ilt við at góðtaka avgerðina hjá aðalráðnum um at ógilda uppsøgnina av fyrrverandi undirvísingarstjóranum á Glasi, tí niðurstøðan hjá aðalráðnum er full av feilum.

Tað sæst í innliti, sum Kringvarpið hevur fingið í málið.

- Samanumtikið eru fleiri týðandi brot á grundleggjandi fyrisitingarligar reglur og mannagongdir gjørd undir viðgerðini av hesum málinum - fyrisitingarligar reglur og mannagongdir, sum hava til endamáls at tryggja, at ein myndugleiki viðger eitt mál á fult upplýstum grundarlagi, soleiðis at avgerðin kann verða røtt. Harumframt eru fleiri faktuellir feilir, sum liggja til grund fyri avgerðini, skrivar Una Joensen í frágreiðing síni.


Hetta snýr málið seg um

1. juli ógildar BUMR uppsøgnina av Elsu Mariu Holm Olsen, sum starvaðist sum útbúgvingarstjóri á Glasi. Aðalráðið bleiv partur av málinum, tá ið advokaturin hjá Elsu Maria Holm Olsen kærdi uppsøgnina til aðalráðið.

Tað var 2. januar 2023, at rektarin boðaði útbúgvingarstjóranum frá, at starvið sum útbúgvingarstjóri á gymnasialum miðnámi varð niðurlagt í samband við bygnaðarbroytingar í Glasi. Dagin eftir fekk Elsa Maria Holm Olsen ætlanarskriv um uppsøgn, áðrenn hon 28. februar fekk endaligu uppsøgnina. 

BUMR metti, at grundgevingin fyri uppsøgnini ikki rímiliga kundi grundast á bygnaðarbroytingar, tá ætlanin var at víðka um virksemi, samstundis sum mett var, at tørvur var á at siga útbúgvingarstjóran úr starvi. Bygnaðarbroytingarnar vóru ikki liðugt viðgjørdar sambært ætlanunum 28. februar 2023, og tí var ikki møguleiki fyri á uppsagnartíðspunktinum at meta um tørvin á starvsfólkum á Glasi. Grundgevingin fyri avgerðini um uppsøgn kundi tí ikki rímiliga grundast á bygnaðarbroytingar, og var tí ósaklig, skrivaði aðalráðið í niðurstøðuni frá 1. juli.

Aðalráðið vísti eisini á, at avgerðin at siga deildarstjóran úr starvi heldur ikki var í samsvar við krøvini til proportionalitet, tí allir møguleikar at flyta hana í annað starv vóru ikki troyttir.

Sambært Poul Gert Hansen, aðalstjóra í BUMR, átti undirvísingarstjórin at fingið ætlanarskriv um uppsøgn, eftir at málið um bygnaðarbroytingar varð liðugt viðgjørt, tí uppsøgnin var grundað á bygnaðarbroytingarnar. 


Una Joensen, rektari á Glasi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)


Rektarin svarar aftur

Stutt eftir verður greitt, at rektarin á Glasi, er ikki samd við niðurstøðuni hjá BUMR, um at alt ikki gekk rætt fyri seg í sambandi við bygnaðarbroytingar á Glasi, sum høvdu við sær, at útbúgvingarstjórin varð uppsøgd. 

Í farnu viku segði Una Joensen við útvarpið, at hon sjálvandi tók niðurstøðuna hjá aðalráðnum til eftirtektar, men at niðurstøðan, sambært henni, var full av feilum.

Hon greiddi tá frá, at hon var farin undir at skriva sína egnu frágreiðing um málið til aðalráðið. Hetta, hóast avgerðin hjá BUMR er endalig og ikki kann kærast til annan fyrisitingarligan myndugleika. 

Í frágreiðingini skrivar Una Joensen, millum annað, at:

- Á fundi við BUMR 8.juli 2024 segði eg, at eg fór at taka avgerðina til eftirtektar. Men eftir at hava gjøgnumgingið málsviðgerðina og avgerðina gjølla saman við advokati mínum, havi eg tó í fyrstu syftu avgjørt at heita á BUMR um at taka kæruna frá Elsu Mariu Olsen og avgerðina frá 1. juli 2024 upp til nýggja viðgerð.


Mistøk í málsviðgerðini

Sambært Poul Geert Hansen eru mistøk gjørd í samband við viðgerðina av málinum.

Nú skal ein uttanhýsis løgfrøðingur kanna, hvussu umfatandi feilirnir eru, og um sjálv ógildingin av uppsøgnini á Glasi skal takast upp aftur. Millum annað hevur Una Joensen ikki fingið øll neyðug skjøl.

Í sambandi við niðurstøðuna hjá BUMR, sær Una Joensen, at drúgt samskifti er millum advokatin hjá fyrrverandi undirvísingarstjóranum  og BUMR um, hvørt BUMR mátti metast at hava neyðuga gegni til at viðgera kærumálið, og at málið í hesum sambandi eisini er blivið viðgjørt á Løgmansskrivstovuni.

- Tað undrar meg, at Glasir ongantíð er blivið hoyrt í tí málinum, ella í minsta lagi kunnað um hetta samskifti.

- So tá BUMR 11. august 2023 í t-posti upplýsir fyri Glasi, at Glasir hevur fingið øll skjøl í málinum, sum fara at liggja til grund fyri avgerðini, er tað ósatt. BUMR skrivar somuleiðis í t-posti 22. august 2023 til Glasir, at tey hervið senda øll skjøl, sum tey hava móttikið í málinum, men hetta er heldur ikki rætt. Eg haldi meg eisini síggja, at tað eru skjøl, sum áttu at verið skrásett í málinum, sum ikki eru skrásett í málinum, t.d. telduposturin, sum eg sendi til BUMR tann 10. august 2023, svarið frá BUMR, dagfest 11. august 2023 og telefonnotatið hjá aðalstjóranum frá 5. januar 2023.

Tað skrivar Una Joensen í frágreiðingini hjá sær.

 

Poul Geert Hansen er aðalstjóri í Barna- og útbúgvingarmálaráðnum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Hevur ikki sagt ósatt

Í niðurstøðuni hjá BUMR stendur eisini, at rektarin á Glasi hevur sagt ósatt fyri aðalstjóranum. Hesum vísir Una Joensen aftur.

Tað snýr seg um eitt telefonnotat hjá Poul Geert Hansen, aðalstjóra. Í avgerðini hjá BUMR stendur:

“Sambært hesum telefonnotati, sigur rektarin, at hon fyrst ætlar at geva Elsu Mariu ætlanarskriv um uppsøgn, tá endalig avgerð er tikin um at fremja bygnaðarbroytingar. Hesar upplýsingar eru ikki í samsvari við tað hon í veruleikanum hevur gjørt. Vísandi til ætlanarskrivið, sum Elsa Maria fekk, varð hetta sent henni tann 2. januar 2023, tvs. tríggjar dagar áðrenn henda samrøðan fór fram. Rektarin sigur tí aðalstjóranum ósatt í hesi samrøðu um ætlanarskrivið til Elsu Mariu. Avgerðin bleiv tikin, áðrenn samrøðuna við aðalstjóran og áðrenn bygnaðarbroytingarnar vórðu viðgjørdar.”

Men umrødda telefonnotatið hjá aðalstjóranum bleiv ongantíð sent rektaranum til kunningar ella viðmerkingar. Telefonnotatið er heldur ikki skrásett í kærumálinum.

-  Eg visti ikki, áðrenn eg las avgerðina hjá BUMR frá 1. juli 2024, at telefonnotatið var partur av kærumálinum, og er hetta enn eitt dømi um fyrisitingarliga sera ivasama handfaring av kærumálinum í BUMR.

- Telefonnotatið, sum er grundarlag undir hesari útsøgn, fær sera nógv pláss í avgerðini hjá BUMR, og er ein partur av grundarlagnum undir avgerðini. Hesar útsøgnir kunnu vera til stóran skaða fyri trúvirðið og álitið á rektaranum. Tí vil eg heita á BUMR um at taka hesi orðini aftur, skrivar Una Joensen.

Av tí at Una Joensen heldur seg hava lítla orsøk til at halda, at tikna avgerðin er røtt, hevur hon sera trupult við at góðtaka hana. Hon heitir tí staðiliga á BUMR um at taka málið til nýggja viðgerð.

Hoyr samrøðu við Poul Geert Hansen, aðalstjóra, her:

 

18072024_Poul_Geert

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. august
Morgunlestur leygardagur 17. august 2024
179111
Fríggjadag 16. august
RagnarRokk: Juan Garcia um Toxic Grace
179292
Fríggjadag 16. august
Morgunlestur fríggjadagur 16. august 2024
179080
Hósdag 15. august
RagnarRokk 15.august 2024
177311
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 17. august
Olympiski dreymurin - teknmálstulkað
179320
Leygardag 17. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179318
Fríggjadag 16. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179277
Fríggjadag 16. august
Veðrið
179305
Mikudag 14. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179206