Stjórin fyri amerikonsku fregnartænastuni sagt seg úr starvi

Stjórin fyri amerikonsku fregnartænastuni sagt seg úr starvi
Kimberley Cheatle, stjóri í amerikonsku fregnartænastuni Secret Service, hevur tikið avleiðingina av morðroyndini móti Donald Trump og hevur sagt seg úr starvi
Kimberly Chatle hevur sagt seg úr starvinum sum stjóri í amerikonsku fregnartænastuni
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
23.07.2024 - 16:07

Altjóða miðlar skriva nú, at Kimberly Cheatle, stjóri í Secret Service, hevur sagt seg úr starvi. 

Sambært danska DR, so hevur AP-tíðindastovan sæð ein teldupost frá Cheatle til starvsfólkini í Secret Service, har hon kunnger, at hon hevur sagt seg úr starvi. 

Hon skrivar, at tað er við tungum hjarta, at hon hevur tikið trupulu avgerðina at siga seg úr starvinum.  

Joe Biden, forsetin, hevur í tíðindaskrivi eisini takka Cheatle fyri hennara tænastu, og hann sigur, at hann ætlar sær at velja ein nýggjan stjóra fyri Secret Service skjótast gjørligt. 

 

Viðgekk ábyrgd

Kimberly Cheatle bleiv í gjár avhoyrd í einari hoyring í Kongressini um morðroyndina á Donald Trump undir einum veljarafundi 13. juli.

Amerikonsku politikararnir vóru ikki mjúkir við Cheatle undir avhoyringini og fleiri kravdu, at hon segði upp á standandi fót, men tað noktaði hon í gjár. 

Men hon viðgekk, at morðroyndin móti Trump var størsti feilur í søguni hjá amerikonsku fregnartænastuni í fleiri áratíggju. 

Donald Trump bleiv raktur í oyra, tá skotið varð eftir honum. Ein áskoðari lat lív, og tveir blivu løstaðir. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
Morgunlestur hósdagur 25.juni 2026
209942
Mikudag 24. juni
Skratsj 24. juni 2026
210120
Mikudag 24. juni
Morgunlestur mikudagur 24.juni 2026
209940
Týsdag 23. juni
Millum tøkini #11: Jóansøka
210084
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087
Mánadag 22. juni
Veðrið
210033
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980