KÍ-formaðurin trýr enn upp á tað

KÍ-formaðurin trýr enn upp á tað
- Vit hava yvirraskað áður, og tað kunnu vit gera aftur, sigur Tummas Lervik, formaður í KÍ, eftir at liðið í gjárkvøldið tapti 1-4 fyri svenska meistaraliðnum Malmø FF
KÍ-liðið, ið tapti 1-4 móti Malmø FF í royndini at sleppa í Champions League-bólkaspælið
Mynd: KÍ á Facebook  
 
24.07.2024 - 13:22

Týsdagin í næstu viku skal KÍ skal spæla seinna dystin móti Malmø FF í Klaksvík.

Fyrri dysturin bleiv spældur í gjár, og tað endaði við einum 1-4 tapi. Malmø FF var frammanfyri 3-0 í hálvleikinum. 

Í KÍ-leguni trúgva tey enn upp á tað, í øllum førum formaðurin. 

- Vit hava yvirraskað áður, og tað kunnu vit gera aftur, sigur Tummas Lervik, formaður í KÍ. 

Málið hjá KÍ skeyt Árni Frederiksberg, sjálvandi, er ein freistaður at siga. 

1687367

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. august
Olaf & trappan - teknmálstulkað
150041
Týsdag 27. august
Veðrið - teknmálstulkað
179740
Týsdag 27. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
179739
Týsdag 27. august
Veðrið
179730
Týsdag 27. august
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
179705