Bíligari at ferðast við Smyrli gjøgnum bíleggingarskipanina

Bíligari at ferðast við Smyrli gjøgnum bíleggingarskipanina
Nú verður munur á ferðaseðlaprísinum á oyggjaleiðunum hjá SSL, um keypt verður við nýggju bíleggingarskipanini ella ikki. Munurin á Suðuroyarleiðini kann vera upp til 31 kr.
 
26.07.2024 - 08:56

Nýggja bíleggingarskipanin hjá Strandfaraskipum landsins, sum nú er innførd á flest øllum oyggjaleiðunum, hevur við sær rættiliga stóran mun á ferðaseðlaprísinum. Og tað gevur fyrimunir at stovna sær ein brúkara á nýggju bíleggingarskipanini. 

Sum eitt dømi, so kann nevnast, at hevur tú ein brúkara í bíleggingarskipanini og bíleggur tær bilpláss á Suðuroyarleiðini, so kostar einvegis ferðaseðilin 96 krónur.

Hevur tú ongan brúkara í skipanini hjá SSL, so er prísurin 112,50 krónur. 

Um tú bara tekur kjansin og koyrir umborð við bilinum, so er prísurin fyri sama einvegis ferðaseðil 129,50 krónur. 

"Hetta er ein neyðug broyting," sigur Regin Toftegaard, verkætlanarleiðari fyri bíleggingarskipanini.

 


Bílleggingarskipanin er galdandi á hesum oyggjaleiðum, 

7 - Tvøroyri - Tórshavn
36 - Sørvágur - Mykines
56 - Klaksvík - Kalsoy
66 - Sandur - Skúvoy


 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659