Foreldur at børnum við serligum tørvi hava tað trupult fíggjarliga

Foreldur at børnum við serligum tørvi hava tað trupult fíggjarliga
Tey, sum mugu av arbeiðsmarknaðinum orsakað av barni við serligum tørvi, stríðast ofta við at fáa endarnar at røkka. Útgjaldið er ov lágt, sigur Eyðgunn Samuelsen
 
04.08.2024 - 17:04

Samsýningin til foreldur, ið mugu vera heima við børnum við serligum tørvi, eigur at hækka, sigur Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin. Í løtuni er evsta markið alt ov lágt. Nú tá vit hava hækkað hámarkið fyri barsilsútgjaldið, eiga vit at hugsa um tey, sum hava børn við serligum tørvi. Summi hava tað trupult fíggjarliga, sigur tingkvinnan.

 

Eydgunn_-_INNSLAG

 

Ein, sum kennir til truplu fíggjarligu støðurnar, sum foreldur kunnu koma í, um tey mugu av arbeiðsmarknaðinum orsakað av barni við serligum tørvi, er 22 ára gamla Andrea Tungá. Hon er mamma at tvey ára gomlu Sonju Fríðu, sum hevur gensjúkuna Aicardi Goutieres Syndrome.

 

Andrea_-_INNSLAG

 

Lága útgjaldið til tey, um eru heima við børnum við serligum tørvi, merkist væl í gerandisdegnum hjá Andreu Tungá.

 

Andrea_-_INNSLAG_2
 

Andrea Tungá er ikki einasta foreldrið í Føroyum, sum er í slíkari støðu, sigur Helena F. Jørmundson, forkvinna í Javna. Nógv muga heim orsakað av væntandi ansingarplássi. Gjaldið má hækka, men tilboðini mugu eisini vera fleiri, sigur hon.

 

Helena_-_INNSLAG

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Hósdag 13. august
RagnarRokk: Richie Faulkner um Evolution
209866
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659