60 ára gamli Tim Walz stillar upp saman við Kamalu Harris

60 ára gamli Tim Walz stillar upp saman við Kamalu Harris
Sambært CNN, so hevur forsetavalevnið hjá Demokratunum, Kamala Harris, valt sær guvernørin í Minnesota, Tim Walz, sum sítt varaforsetavalevni í royndini at gerast forseti 
Tim Walz, varaforsetavalevni, og Kamala Harris, forsetavalevni hjá Demokratunum
Mynd: Ritzau / Scanpix  
 
06.08.2024 - 14:04

Tað verður allarhelst Tim Walz, ið er guvernørur í Minnesota, sum fer at stilla upp saman við Kamalu Harris til amerikanska forsetavalið í heyst.

Tað verður enn bíðað eftir, at Harris seinni í dag fer at almannakunngera, hvønn hon skal hava sum varaforseta, men so at siga allir amerikanskir miðlar eru nú vísir í, at tað verður guvernørurin í Minnesota, Tim Walz.

Kamala Harris hevur hildið kortini tætt at kroppinum, men seinastu tíðina hevur tað staðið millum 60 ára gamla Tim Walz og 51 ára gamla Josh Shapiro, sum er guvernørur í Pennsylvania.

Tim Walz hevur eina fortíð sum yvirmaður í amerikanska herinum, men hevur síðan 2019 verið guvernørur í Minnesota. Hann hevur eisini arbeitt sum studentaskúlalærari í sosialvísindum. Hann varð fyrstu ferð valdur í Umboðsmannatingið í 2006 og er síðani afturvaldur fimm ferðir, til hann í 2019 segði sessin frá sær fyri at gerast guvernørur.

Á síni politisku yrkisleið hevur hann millum annað talað fyri at lógliggera kannabis sum heilivág og hann stuðlar fríari abort og LGBTQ rættindum. Fyrstu árini í Umboðsmannatinginum talaði hann greitt fyri rættinum hjá borgarum at bera vápn, men seinnu árini hevur hann tikið undir við at skerpa eftirlitið við vápnum í USA.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 30. mai
Jambalaja - 290526
209017
Leygardag 30. mai
Upp á tá - 290526
209012
Leygardag 30. mai
Morgunlestur leygardagur 30.mai 2026
208234
Fríggjadag 29. mai
Vikuskiftið 29 mei 2026
209003
Fríggjadag 29. mai
LEITISSTEIN 29.05.2026 (G! 2026)
208996
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 30. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
209013
Fríggjadag 29. mai
Veðrið
209009
Fríggjadag 29. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208968
Hósdag 28. mai
Veðrið
208945