Eingin hevur enn fingið loyvi at fara í norskan sjógv

Eingin hevur enn fingið loyvi at fara í norskan sjógv
Skipini, sum vunnu lutakastið um makrel í norskum sjógvi, fara í fyrsta lagi í norskan sjógv mánadagin 
Føroysk skip sleppa í norskan sjógv eftir makreli.
 
09.08.2024 - 06:06

Skipini, sum vunnu lutakastið um makrel í norskum sjógvi, fara í fyrsta lagi í norskan sjógv mánadagin. 

Eingin tilsøgn er givin enn.

12 skip sleppa at fiska makrel í norskum sjógvi í senn.

21 skip søktu um at sleppa í norskan sjógv sambært nýggju makrelsemjuni við Noreg.

Tí var lutakast hjá Vørn mikudagin.

Tey níggju skipini, sum ikki vóru millum 12 tey fyrstu, eru Birita, Gøtunes, Fagraberg, Christian í Grótinum, Tummas T, Eysturbúgvin, Vesturbúgvin, Arctic Voyager og Ango.

Tilsøgnin um at sleppa í norskan sjógv eftir makreli er givin til ein túr í senn.

Tá túrurin er liðugur, endar skipið niðast á listanum við teimum 21 skipunum. 

Tað ræður um at gera skjótt av, tí um skipið ikki er farið til fiskiskap í seinasta lagi 24 tímar eftir at hava fingið tilsøgn, fellur tilsøgnin burtur, og næsta skip á listanum sleppur framat.

Skipini, sum vunnu lutakastið, hava boðað Vørn frá, at tey í fyrsta lagi fara mánadagin.
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541