Russland hevði fleiri hernaðarlig mál í Noregi

Russland hevði fleiri hernaðarlig mál í Noregi
Í kjalarvørrinum av russisku hertøkuni av Krim-hálvoynni í 2014 fyrireikaði Russland seg til kríggj - eisini kjarnorkukríggj - við NATO eins væl og við Iran og Kina
Vladimir Putin og Russland fyrireikaðu seg til kríggj við vesturheimin í kjalarvørrinum av hertøkuni av Krim í 2014
 
13.08.2024 - 19:19

Russland fyrireikaði seg til at leypa á mál ymsastaðni í Evropa í eini møguligari krígsstøðu í kjalarvørrinum av, at Russland í 2014 hertók Krim-hálvoynna. 

Skjøl, sum Financial Times hevur fingið innlit í, vísa, at árini frá 2009 til 2014, beint upp undir russisku innrásina á Krim, fyrireikaði Russland seg til møguligt kríggj við ikki bara vesturheimin, men eisini við eitt nú Iran, Kina og Norðurkorea, sum annars verða mett sum sameind hjá Russlandi.

Skjølini vísa millum annað fleiri møgulig mál hjá russiska herinum. Eftir hvat Financial Times skrivar, verða Føroyar ikki nevndar sum eitt møguligt mál. Tað verða Ísland og Danmark heldur ikki, men sjey ymisk mál í Noregi verða nevnd, teirra millum Håkonsvern í Bergen, sum er størsta norska herflotastøðin. Onnur mál eru í eitt nú Bretlandi, Fraklandi og Týsklandi. Tilsamans 32 NATO-mál verða nevnd í skjølunum.

Skjølini vísa eisini, at russiski herurin hevur kannað og fyrireikað møguleikarnar fyri at leypa á við kjarnorkuvápnum.

William Alberque, fyrrverandi NATO-embætismaður, sigur við Financial Times, at Russland roynir at brúka óttan fyri kjarnorkuvápnum til at fáa vesturheimin at slaka.

Fabian Hoffmann, kjarnorkuvápnagranskari við lærda háskúlan í Oslo, sigur við norska TV2, at tað ikki kemur óvart á, at fleiri norsk mál verða nevnd í einum møguligum kríggi millum Russland og NATO.

"Hetta gevur ábendingar um, at í einum kríggi við Russland er tað frá fyrsta degi møguleiki fyri, at Noreg og onnur vestur- og norðurevropeisk lond kunnu verða álopin. Við at raka norsk mál vil Russland senda ein boðskap um, at landið er ført fyri at skapa stóra líðing fyri norska fólkið," sigur Fabian Hoffmann við norska TV2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 6. juni
Radio Stjernekilde - Partur 3
209129
Leygardag 6. juni
Morgunlestur leygardagur 6.juni 2026
208845
Fríggjadag 5. juni
Vikuskiftið 5 juni 2026
209362
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 5. juni
Føroyar - Georgia, seinni dystur
209359
Fríggjadag 5. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209348
Hósdag 4. juni
Veðrið
209319
Mikudag 3. juni
Undir egið borð - teknmálstulkað
209264
Mikudag 3. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209233