- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lærarafelagið: Rætt at Føroyar eru við í PISA-kanningunum
Tað er rætt, at Føroyar eru við í altjóða PISA-royndum og hava heimligar landsroyndir, sama um umrøðan av úrslitunum er villleiðandi.
Tað boðar Lærarafelagið frá í grein í Skúlablaðnum.
"Kanningar og royndir kunnu vera góður stuðul, um tær verða brúktar rætt," sigur Jacob Eli S. Olsen, formaður í Lærarafelagnum.
Gera neyðugar tillagingar
PISA-kanningin heldur okkara skúlaskipan upp ímóti eini skipan, sum OECD setir sum fyrimynd.
Føroyski fólkaskúlin samsvarar ikki væl við hesa fyrimynd, ásannar Lærarafelagið.
"Tað eiga vit at taka til okkum og gera neyðugar tillagingar," heldur formaðurin.
Megna illa at nýta rokniark
Gott dømi er, at føroyskir næmingar megna illa í støddfrøði at nýta rokniark og dynamisk geometriprogramm.
Hetta var eisini ein av høvuðsorsøkunum til laka PISA-úrslitið í støddfrøði.
"Úrslitið samsvarar við tað, sum vit síggja í okkara undirvísing í støddfrøði," staðfestir Jacob Eli S. Olsen, formaður í Føroya lærarafelag.
"Har eru lítil og eingi krøv um at nýta rokniark ella dynamisk geometriprogramm, hvørki í námsætlanini ella í uppgávunum til fráfaringarroyndina," leggur hann afturat.
Andlitsbráini hjá landsstýrismanninum í Barna- og útbúgvingarmálum og aðalstjóra hansara søgdu alla søguna, tá úrslitið av seinastu PISA-kanning bleiv lagt fram (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Dumpaðu seinast
Tá PISA-úrslitið frá seinastu kanningini var almannakunngjørt, vóru røddir, sum søgdu, at hetta vóru ræðandi tíðindi um fólkaskúlan.
Meira enn undanførslur skuldu til at vinna á hesum, var sagt.
>>Sí eisini: "Afturgongdin svarar til tvey floksstig"
Løgtingslimir, tíðindafólk og onnur hava eisini sagt, at næmingar og lærarar eru dumpaðir, nú úrslitini í PISA-kanningini ikki vóru góð.
Dáratala og órógvandi umrøða av PISA-kanningini og fólkaskúlanum frá ráðandi fólkum, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.
Jacob Eli Olsen, formaður í Føroya lærarafelag (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Einki uttan læraran
Nevndin í Lærarafelagnum hevur arbeitt fyri, at lærarar og skúlastjórar eru við, tá kanningarúrslit skulu greinast, og átøk skulu gerast, fólkaskúlanum at gagni.
Tí tað eru lærarar og skúlastjórar, sum dagliga dríva verkið, sum vita best, hvat rørir seg í skúlanum.
Okkara mál er einki um læraran uttan um læraran. Tá lærarin verður viðgjørdur, má lærarin vera við, sigur formaðurin í Lærarafelagnum.