Bjóða nú frálæru í føroyskum til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál

Bjóða nú frálæru í føroyskum til vaksin, ið hava føroyskt sum annaðmál
Miðnám á Kambsdali, Miðnám í Suðuroynni og Glasir boða nú frá, at vaksin, sum hava føroyskt sum annaðmál, kunnu fáa undirvísing í føroyskum
Mynd: Savnsmynd  
 
16.08.2024 - 11:24

Tríggir miðnámsskúlar boða nú frá, at vaksin, sum hava føroyskt sum annaðmál, kunnu fáa undirvísing í føroyskum.

Undirvísingin byrjar í september.

Skúlarnir eru Miðnám á Kambsdali, Miðnám í Suðuroynni og Glasir.

Skúlarnir fara fyrsta dagin at kunngera, nær undirvísingin byrjar.

 

Lóg tryggjar øllum frálæru í føroyskum

Løgtingið samtykti í vár eina lóg um føroyskt sum annaðmál.

Lógin skal tryggja øllum í Føroyum yvir fólkaskúlaaldur, sum ikki hava føroyskt sum fyrsta mál, atgongd til undirvísing og útbúgving í føroyskum. 

Undirvísingarstýrið saman við góðkendum skúlum skal samskipa undirvísingina, sigur Barna- og útbúgvingarmálaráðið.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659