Hjalti skal hjálpa Peter við hondbóltsmonnunum

Hjalti skal hjálpa Peter við hondbóltsmonnunum
Hjalti Mohr Jacobsen er settur sum hjálparvenjari hjá manslandsliðnum í hondbólti. Hann loysir av fyri Julian Johansen, sum gavst eftir HM-dystirnar ímóti Norðurmakedónia
Hjalti Mohr Jacobsen skal hjálpa Peter Bredsdorff-Larsen við manslandsliðnum í hondbólti
 
27.08.2024 - 11:11

Hjalti Mohr Jacobsen er nýggi hjálparvenjarin hjá manslandsliðnum í hondbólti, skrivar Hondbóltssambandið.

Hann loysir av fyri Julian Johansen, sum segði upp eftir HM-undankappingardystirnar ímóti Norðurmakedónia í mai, tí tíðin rakk ikki til starvið. 

Sáttmálin er galdandi fyri komandi EM-undankappingina, sum byrjar í november við dystum ímóti Kosovo og Ukraina, og eitt møguligt endaspæl.

Hjalti Mohr Jacobsen er 38 ára gamal, og hevur spælt hondbólt við Kyndli. Síðan hann gavst at spæla, hevur hann millum annað vant Kyndil og U04-landsliðið saman við Djóna Gaard Joensen, sum hevur verið í trimum endaspølum.

A-landsliðið hjá monnum skal eisini hava nýggjan liðleiðara, tí Jóngerð Nielsen hevur takkað fyri seg eftir fimm árum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952