Fyrrverandi ítróttastjórin í NSÍ útihýstur til 2027

Fyrrverandi ítróttastjórin í NSÍ útihýstur til 2027
Fyrrverandi ítróttastjórin í NSÍ, Eyðstein Skipanes, er útihýstur frá fótbólti undir FSF til endan av kappingarárinum 2027 fyri atburðin eftir dystin millum NSÍ og KÍ 28. juni
 
29.08.2024 - 13:27

Fyrrverandi ítróttastjórin í NSÍ verður útihýstur frá øllum fótbóltsvirksemi undir Fótbóltssambandi Føroya til endan av kappingarárinum 2027.

Tað hevur Aga- og etiskanevndin hjá Fótbóltssambandi Føroya gjørt av eftir at starvsnevndin í FSF reisti málið.

Útihýsingin kemur eftir at Eyðstein Skipanes fleiri ferðir royndi at leypa á dómararnar eftir dystin ímillum NSÍ og KÍ í Runavík hin 28. juni. KÍ vann dystin 2-1 við brotssparkið í síðsta minutti.

Í sínum úrskurði staðfestir aga- og etiskanevndin, at Eyðstein Skipanes gjørdi tvær royndir at leggja á dómaran á vøllinum beint eftir dystin. Hetta sást eisini á myndunum hjá Televarpinum, sum sendi dystin beinleiðis.

Nevndin staðfestir harafturat, at:

 - Tá dómararnir komu inn í gongina í Bylgjuni, har teirra skiftirúm er, var ítróttastjórin eisini inni í gongini. Har fekk ítróttastjórin sær renningarferð, og við økslini fremst brast hann inn í bringuna á 4. dómaranum, sum hopaði eftir hæli og brast inn í ein rút, stendur í úrskurðinum.

Eftir hetta løgdu vaktir uppí og fingu tamarhald á støðuni.

 - Aga- og etiskanevndin metir, at ongin ivi er um, at ítróttastjórin framdi tilburðin við beðráddum huga og vilja, tí hetta var triðja álopsroyndin, eftir at hann tvær ferðir frammanundan royndi at koma framat dómarunum, men var forðaður av vaktum, skrivar nevndin í úrskurðinum.

Nevndin leggur eisini dent á ábyrgdina, sum fylgir við, tá tú sum ítróttastjóri ert ein av evstu ábyrgdarpersónum í einum fótbóltsfelag. Útihýsingin fevnir ikki um loyvi at vera á ítróttaøkjum sum áskoðari ella leikfólk.

Avgerðin um útihýsing og longd á hesi kann kærast til yvirkærunevndina hjá FSF.

 

Formaðurin átalu og NSÍ bót

Aga- og etiskanevndin hevur eisini gjørt av at geva formanninum í NSÍ, Karstini Joensen, eina átalu fyri tað, sum formaðurin segði um dómaraavrikið við Dimmu. Har var hann millum annað endurgivin fyri at siga:

 - Generelt er hetta nógv tann vánaligasta dømingin, ið eg nakrantíð havi verið vitni til. Hetta var so ekstremt vánaligt, at sannleikin er tann, at onkur átti at hugt nærri at hasum dómaraavrikinum.

Nevndin leggur dent á, at útsøgnin hjá formanninum um dómaraavrikið ikki livir upp til skyldurnar hjá formanninum at vísa fótbóltinum trúfesti, integritet og góðan ítróttaanda.

NSÍ fær eisini eina bót upp á 5.000 krónur fyri útsøgnirnar hjá formanninum, og hendan revsingin kann ikki kærast.

NSÍ fær eisini eina bót upp á 10.001 krónu fyri aðrar hendingar eftir dystin. Sambært frágreiðingini hjá nevndini kastaðu áskoðarar hjá NSÍ lutir inn á vøllin, millum annað eitt fult ølblikk, ið varð kastað stutt frammanfyri har dómarahópurin og fleiri børn gingu.

 - Av tí at talan er um fyrsta tilburð av sínum slagi, hevur Aga- og etiskanevndin mett, at tað er ov tyngjandi revsing at døma felagið at spæla fyrstkomandi dyst uttan áskoðarar yvirhøvur ella uttan heimaáskoðarar. Í staðin er gjørt av, at av tí at talan er um fyrsta brot av hesum slagi, verður felagið NSÍ revsað við bót á 10.001 kr., stendur í úrskurðinum. 

Hendan avgerðin kann eisini kærast.

Úrskurðurin hjá aga- og etiskunevnd kann lesast her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. oktober
EB/Streymur kláraði frísak
181742
Mánadag 7. oktober
Morgunlestur mánadagur 7. oktober 2024
181713
Sunnudag 6. oktober
Møti: Útvarpsmøti úr Zarepta
181698
Sunnudag 6. oktober
Guðstænasta í Nólsoyar kirkju
181697
Sunnudag 6. oktober
Bolero 6. oktober
181696
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. oktober
Guðstænasta úr Nólsoyar kirkju
181711
Fríggjadag 4. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181622
Fríggjadag 4. oktober
Veðrið
181647
Hósdag 3. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2)
181586
Mikudag 2. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181510