Norska løgreglan: Stór alda holvdi Naddodd

Norska løgreglan: Stór alda holvdi Naddodd
Eingin kann dragast til svars fyri vanlukkuna, sum kravdi eitt mannalív, sigur løgreglan
Hesa myndina tók norska sjóverjan av holvda Naddoddi undir bjargingarátakinum.
 
29.08.2024 - 14:27

Norska løgreglan staðfestir nú, at talan var um eina vanlukku, tá ið føroyski seksæringurin Naddoddur holvdist í Stadhavinum út fyri norsku strondina.

Í tíðindaskrivi sigur løgreglan, at hon metir, at talan er um syrgiliga vanlukku, og at eingin kann dragast til svars fyri, at eitt fólk læt lív. Hetta var ein privat rannsóknarferð, sum manningin sjálv hevði tikið stig til.

Norska løgreglan hevur arbeitt við eini høvuðshypotesu um, at ein 4,6 metrar høg alda holvdi Naddodd.

Sambært norska Dagbladet og VG.no  er hetta komið fram í avhoyringunum av teimum fimm, sum sluppu við lívinum undan vanlukkuni.

 

Norskt sjóverjuskip við Naddoddi upp á sleip. (Mynd: Trond Sørensen)

 

Fyrstu neyðarkallini vóru send sjálvvirkandi

- Í stuttum kann sigast, at veðrið hevur verið skiftandi á ferðini. Tey siga, at tey bæði fyrstu neyðarkallini eru send sjálvvirkandi uttan at tey sjálv hildu, at tey vóru í neyð, skrivar løgreglan.

Tá ið bjargingarfólk komu Naddoddi til hjálpar fyrstu ferð, hildu tey í bátinum, at bjargingarliðið leitaði eftir onkrum øðrum. Tey góvu tá tekin um, at alt var í lagi, skrivar løgreglan.

- Veðrið versnaði skjótari enn væntað við stórari aldu Tey høvdu tikið stóra seglið niður, og høvdu vundið eitt minni upp, tá ið ein stór alda skolaði inn yvir bátin aftan, og báturin holvdist.

 

Naddoddur stendur nú á landi. (Mynd: Trond Sørensen)

 

Sat føst

Øll seks fóru fyri borð, men ein av teimum sat føst.

Tey megnaðu  til endans at fáa viðkomandi leysa, men staðfestu, eftir at hava roynt at fáa lív í aftur hana, at hon stóð ikki til at bjarga.

Tey, sum sluppu við lívinum, megnaðu at koma upp í bjargingarbátin, og tyrla kom seinni og bjargaði teimum.

Tað var stutt eftir kl. 7 týskvøldið, at størri bjarging var sett í verk út fyri Måløy á norska vesturlandinum, eftir at boð komu um, at ein Naddoddur, sum er kopi av einum víkingaskipi, hevði fingið slagsíðu og holvdist. 

Tvær kvinnur og fýra menn vóru í seksæringinum, tá ið hann holvdist. Fimm vóru bjargað týskvøldið, og líkið av eini kvinnu varð funnið morgunin eftir.

Naddoddur var 10 metrar langur, hevði tvær mastrar og varð smíðaður eftir føroyskum bátasniði. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 14. oktober
Góðan morgun Føroyar
182028
Mánadag 14. oktober
Morgunlestur mánadagur 14. oktober 2024
181963
Leygardag 12. oktober
Morgunlestur leygardagur 12. oktober 2024
181860
Leygardag 12. oktober
Upp á tá - 111024
181999
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 13. oktober
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
182009
Leygardag 12. oktober
Sært tú fuglin? II (1:2) - teknmálstulkað
181995
Leygardag 12. oktober
Veðrið - teknmálstulkað
181981
Leygardag 12. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
181978