Ríðing: Silja vann FM-tvídystin

Ríðing: Silja vann FM-tvídystin
Silja G. Eystberg og Óðin vunnu á Alberg Lútzen og Braga í tvídystinunum í tvíspori og tryggjaðu sær føroyameistaraheitið. Munurin var bert 10 hundraðpartar av einum sekundi
Stórur spenningur var í tvísporið, men Silja G. Eystberg og Óðin fóru avstað við FM-gullinum
Mynd: Ríðisamband Føroya  
 
01.09.2024 - 13:53

Silja G. Eystberg og Óðin vunnu FM-finaluna í tvísporið á Alberg Lútzen á Braga, tá ársins seinasta kapping var í Vágum leygardagin.

Kappingin í tvíspori hevur verið sera jøvn í ár, og seinasti riðilin var eisini finala um føroyameistaraheitið. Silja G. Eystberg og Óðin fóru avstað við gullinum bert 10 hundraðpartar frammanfyri Alberg Lútzen og Braga.

Hetta er fyrstu ferð, at unga havnarkvinnan vinnur FM.

Hon var kortini ikki skjótast á degnum, tí hon og Óðin endaðu við triðbestu tíðini. Ásu Bárðardóttir og Silfá vunnu kappingina nærum hálvt sekund skjótari enn føroyameistarin. Halllur Hansen og Grani endaðu á 2. plássi.

Silja G. Eystberg vann eisini FM í tølt. Tað gjørdi hon á hestinum Tango.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 1. apríl
Eitt korter við klassiskum
206529
Mikudag 1. apríl
Skratsj 1. apríl 2026
206527
Mikudag 1. apríl
Morgunlestur mikudagur 1.apríl 2026
205929
Týsdag 31. mars
Morgunlestur týsdagur 31.mars 2026
205927
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483