Føroysk skip boðaðu frá 3.400 tonsum av makreli í norskum sjógvi

Føroysk skip boðaðu frá 3.400 tonsum av makreli í norskum sjógvi
Meginparturin er seldur virkjum í Føroyum
Avtalan við Noreg um makrel sigur, at allur makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, skal seljast gjøgnum ella við góðkenning frá Norges Sildesalgslag. (Savnsmynd)
 
03.09.2024 - 08:10

Í síðstu viku boðaðu átta føroysk skip frá 3.407 tonsum av makreli til Norges Sildesalgslag.
 
Avtalan við Noreg um makrel sigur, at allur makrelur, sum føroysk skip fiska í norskum sjógvi, skal seljast gjøgnum ella við góðkenning frá Norges Sildesalgslag.

Tann nógvi makrelurin er seldur virkjum í Føroyum.

Norges Sildesalgslag sigur, at norsk skip fiskaðu 38.186 tons av makreli í síðstu viku.
  
Norska kvotan í ár er 237.907 tons.

Higartil eru fiskað 81.000 tons.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541