Fyrireika eykajáttan til Fámjinstunnilin

Fyrireika eykajáttan til Fámjinstunnilin
Tunnilin er gott dømi um, at tað ikki minst politiskt er neyðugt at gera sær størri ómak, áðrenn farið verður undir stórar verkætlanir, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður
Nógvir trupulleikar vóru at bora Fámjinstunnilin. Eina eykajáttan aftrat til tunnilin verður nú fyrireikað.
 
03.09.2024 - 18:00

Prísurin á Fámjinstunlinum nærkast skjótt tí tvífalda av upprunaliga prísinum. Higartil er 252 milliónir krónur brúktar til tunnilsgerðina.

Hóast 85 milliónir krónur longu eru játtaðar aftrat, er enn ein umbøn um eykajáttan á veg.

 

Fámjinstunnilin var skotin ígjøgnum 19. juli. 

 

- Hesin tunnilin er eitt gott dømi um, at tað - ikki minst politiskt - er neyðugt at gera sær størri ómak, so tað fakliga er í lagi, áðrenn farið verður undir stórar verkætlanir, sigur Dennis Holm, landsstýrismaður.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

03092024_Dennis_um_Famjinstunnil

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952