Heilsutrygd skal hava lógarheimild at rinda gjald aftur

Heilsutrygd skal hava lógarheimild at rinda gjald aftur
Tað ber ikki til at siga, hvør hevur rætt at sleppa undan at rinda heilsutrygdargjald uttan skjalprógv, sigur landsstýriskvinnan í heilsumálum.
 
11.09.2024 - 11:19

Í hesi tingsetuni er ætlanin at koma við uppskoti um broytingar í heilsutrygdarlógini um afturbering av innkravdum heilsutrygdargjaldi.

Neyðugt er at gera serligar reglur um afturbering, tí tað ber ikki til at staðfesta, hvør hevur rætt at sleppa undan at rinda heilsutrygdargjald uttan skjalprógv.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Jacob Vestergaard, løgtingsmann.

Heilsutrygd veit ikki, hvør hevur rætt til at fáa gjald afturgoldið. Tað krevst, at persónurin sjálvur upplýsir, nær viðkomandi hevur arbeitt uttanlands, og um sosialt tryggingargjald er goldið har.

Jacob Vestergaard spurdi eisini, hví hildið verður fram at krevja inn heilsutrygdargjald frá útisiglarum. 

 

Les svarið her.

 

Jacob Vestergaard. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Margit Stórá.

 

Kunnu ikki steðga innheinting

Margit Stórá svarar, at TAKS hevur upplýst, at TAKS sum innheintingarmyndugleiki ikki kann steðga innheinting, fyrr stovnurin hevur fingið upplýst, hvør hevur rætt til undantak. 

TAKS kann heldur ikki gjalda út aftur goldið heilsutrygdargjald, fyrr enn stovnurin hevur fingið upplýst, hvør persónur skal hava afturgoldið og fyri hvat tíðarskeið. 

Heilsutrygd fekk 1. juli heimild at gera undantak frá gjaldsskylduni, tá søkt verður um tað, vísandi til Norðurlendska sáttmálan um sosiala trygd.

Undantakið kann veitast frá 2024 og frameftir. 

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 26. september
RagnarRokk 26.september 2024
180496
Hósdag 26. september
RagnarRokk: Andy Scott um Full Circle
180745
Hósdag 26. september
Brot úr Føroya søgu
181226
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. september
Bass Elvis og Jesus á Mallorka
180593
Týsdag 24. september
Veðrið - teknmálstulkað
181172
Týsdag 24. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
181171
Týsdag 24. september
Veðrið
181163
Týsdag 24. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
181121