Kanning: BBC brotið pressuetiskar leiðreglur meira enn 1500 ferðir

Kanning: BBC brotið pressuetiskar leiðreglur meira enn 1500 ferðir
Kanningin vísir, at í 11 førum hava tíðindafólk hjá BBC Arabic latið stuðul til yvirgang og Hamas, uttan at hetta er gjørt kunnugt fyri hyggjarunum
BBC
Mynd: Shutterstock.com  
 
12.09.2024 - 15:12

Bretska kringvarpið, BBC, sum hevur verið hildið at vera serliga álítandi í sínum tíðindaflutningi, hevur brotið sínar egnu pressuetisku leiðreglur meira enn 1500 ferðir yvir eitt fýra mánaða langt tíðarskeið, vísir ein nýggj kanning.

Tilsamans 20 sakførarar og 20 dátugreinarar hava greinað níggju milliónir orð, sum BBC hevur sagt um kríggið millum Ísrael og Hamas teir fyrstu fýra mánaðirnar eftir yvirgangsatsóknina tann 7. oktobur í fjør.

 

Hættisligt mynstur

Greiningin vísir eitt hættisligt mynstur av skeivleikum mótvegis Ísrael, skrivar avísin The Telegraph, ið sum dømi nevnir, at Ísrael 14 ferðir oftari enn yvirgangsfelagsskapurin Hamas verður sett í samband við fólkamorð.

Kanningin fevnir eisini um BBC Arabic, ið stendur fyri teimum álvarsligastu brotunum á pressuetisku reglurnar.

Har er avdúkað, at í 11 førum hava tíðindafólk hjá BBC Arabic latið stuðul til yvirgang og Hamas, uttan at hetta er gjørt kunnugt fyri hyggjarunum.

Eftir yvirgangsatsóknina í Ísrael tann 7. oktobur í fjør segði BBC, at Hamas fór at verða umrøtt sum ein yvirgangsfelagsskapur, men kanningin vísir, at hetta bara er hent 409 ferðir í 12.459 førum hesar fýra mánaðirnar, kanningin fevnir um, skrivar The Telegraph.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Mikudag 9. september
Tí tú ert kvinna 1:3
212994
Mikudag 9. september
Morgunlestur mikudagur 9. september
212704
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777