Skúlastýrisval verður eisini 12. november

Skúlastýrisval verður eisini 12. november
Val verður í teimum 40 fólkaskúlunum í landinum
Undirvísingarstýrið ger kunningartilfar til skúlarnar um skúlastýrisvalið
 
12.09.2024 - 16:15

12. november verður skúlastýrisval, og síðst í oktober skulu listarnir við valevnum til skúlastýrini vera lidnir.

Annan týsdag í november er ikki bara kommunuval á skránni. Val til skúlastýrini í teimum 40 fólkaskúlunum í landinum skal eisini avgreiðast henda dagin.

- Undirvísingarstýrið ger kunningartilfar til skúlarnar um skúlastýrisvalið. Kunningartilfarið er faldari ætlaður foreldrum, og í faldaranum verður valið lýst og annars uppgávur, skyldur og rættindi, sum eitt skúlastýri hevur, sigur Vagn Foldbo, deildarleiðari í Undirvísingarstýrinum.

 

Heim og skúli

Tá ið skúlastýrisvalið er avgreitt í november, fer Janus Vang, formaður í Foreldrafelagnum Heimi og skúla, at hava upplegg fyri nývaldu skúlastýrislimunum á aðalfundinum hjá Heimi og skúla um, hvat tað vil siga at sita í skúlastýri.

Reglur um skúlastýri eru ásettar í fólkaskúlalógini.

Uppgávurnar hjá skúlastýrinum eru millum annað at hava eftirlit við virksemi skúlans og taka avgerð um øll viðurskifti skúlanum viðvíkjandi, ið ikki eru løgd undir kommunustýrið.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 14. august
Vikuskiftið 14 aug 2026
211862
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við pedofili-OCD
211837
Fríggjadag 14. august
Vit nerta við rasismu í Føroyum
211836
Fríggjadag 14. august
RagnarRokk: Tom Hoppelshäuser um Phosphor
209149
Hósdag 13. august
RagnarRokk 13.august 2026
209867
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744