Vilja hava Grønland aftur í Norðurlandaráðið

Vilja hava Grønland aftur í Norðurlandaráðið
Bryndís Haraldsdóttir er forseti í Norðurlandaráðnum í løtuni, og hon harmast um, at Svøríki ikki gav Grønlandi, Álandi og Føroyum fundarboð fyrr í ár
Bryndís Haraldsdóttir er forseti í Norðurlandaráðnum í løtuni.
 
25.09.2024 - 08:45

Grønland skal vera við í norðurlendska samstarvinum, eisini á hægsta politiska stigi.

Tað heldur forsetin í Norðurlandaráðnum, Bryndís Haraldsdóttir, sum er í Nuuk í hesum døgum.

Við í ferðalagnum til Nuuk eru Oddný G. Harðardóttir, varaforseti í Norðurlandaráðnum, og Kristina Háfoss, stjóri.

Svøríki sendi ikki Grønlandi, Álandi og Føroyum fundarboð, tá norðurlendsku ríkisleiðararnir høvdu fund í Stokkhólmi í mai.

Svenski forsætisráðharrin tók ta avgerðina, ikki Norðurlandaráðið.

 

Mute B. Egede, landsstýrisformaður í Grønlandi, á røðarapallinum í Norðurlandaráðnum..

 

Gav ilt av sær

Mute B. Egede, landsstýrisformaður í Grønlandi, gav tá ilt av sær, og segði, at hann er ikki við longur í norðurlendskum samstarvi.

- Eg hevði viljað, at svenski forsætisráðharrin sendi øllum átta Norðurlondum fundarboð, sigur Bryndís Haraldsdóttir við KNR.

Bryn­dís Har­alds­dótt­ir var í Føroyum á ólavsøku.

Tá segði hon, at bæði Føroyar og Grønland eiga at vera í Norðurlandaráðnum.

 

Kristina Háfoss er stjóri í Norðurlandaráðnum. Henda myndin er tikin fyrri í ár, tá Norðurlandaráðið hevði evnisfund í Føroyum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Uppskot á veg

Fyri at Føroyar, Grønland og Áland skulu gerast sjálvstøðugir limir í Norðurlandaráðnum skal Helsingforsavtalan, grundlógin hjá Norðurlandaráðnum, broytast.

Uppskot um at broyta avtaluna er á veg. 

Tað skal viðgerast á ársfundinum hjá Norðurlandaráðnum í Reykjavík í oktober.

Um uppskotið verður samtykt har, verður tað sent Norðurlendska ráðharraráðnum, sum hevur endaligu avgerðina. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttandurðaguðstænasta
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Sunnudag 24. mai
Bolero 24 mai 2026
208761
Sunnudag 24. mai
Guðstænasta úr Gøtu kirkju
208760
Nýggjastu sendingar í SV