Ósemja um hvussu nógv stytt arbeiðsvika kostar

Ósemja um hvussu nógv stytt arbeiðsvika kostar
Stór óvissa er í øllum metingum
Fakfeløgini hava gjørt bókling um stytta arbeiðsviku.
 
27.09.2024 - 05:49

Gjaldstovan hevur gjørt eina yvirskipaða meting um, hvussu nógv stytt arbeiðsvika fer at kosta landi og kommunum í lønum og gjøldum, sum hanga uppi í lønum.

Úrslitið er 280 mió. kr.

Og land og kommunur fáa 100 mió. kr. meira í skatti.

Men fortreytin er, at ongar effektiviseringar eru á heilsu-, umsorganar- og útbúgvingarøkinum. 

Og roknað verður við, at tey, sum arbeiða niðursetta tíð, varðveita sítt tímatal. 

Gjaldstovan hevur eisini yvirskipað mett, at verður arbeiðstíðin hjá fólki í vinnuni stytt tríggjar tímar, kostar tað vinnuni 500 mió. kr. í øktum lønar-, pensjóns- og arbeiðsmarknaðarútgjaldingum. 

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna, hevur svarað Beini Johannesen, løgtingsmanni, um fíggjarligar avleiðingar av styttari arbeiðsviku.

Trípartasamráð

Tá arbeiðið við at stytta arbeiðsvikuna fór í gongd, var skipað eitt trípartasamráð, har partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru við. 

Nakrar metingar eru um, hvussu nógv stytt arbeiðsvika fer at kosta.

Stór óvissa er tó í øllum metingunum.

Og partarnir í trípartasamráðnum eru ikki samdir um, hvussu útrokningarnar skulu gerast.

Sambært samgonguskjalinum skal arbeiðsvikan styttast so líðandi niður í 37 tímar. 
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770