Ætlanin var ein yrkisleið á sjónum, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum

Ætlanin var ein yrkisleið á sjónum, sigur Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum
Í 2020 tók Bogi við sum stjóri í Varðanum eftir pápa sín, Jákup Jacobsen, men fyrsta stjórasessin fekk hann mest sum av tilvild, tá hann gjørdist stjóri í Varðanum Pelagic
 
28.09.2024 - 14:10

Í samrøðuni verður nomið við byrjanina til Varðan Pelagic og um eldsbrunan í 2017. Eisini verður tosað um byrjanina hjá Varðanum miðskeiðis í 1980-árunum, tá Tróndur í Gøtu var ein partur av av skipapakkanum, um kreppuárini og hvussu tað sum fráleið fór at ganga framá.

24. august kom nýggi og stásiligi Finnur Fríði í flotan. Vit spyrja Boga hvør tilgongdin er hvussu tú mennir eitt skip sum hetta.

Bogi Jacobsen, sum eisini dámar væl tíðina tá fjøllini verða gingin, er 45 ára gamal og giftur við Jónu Gudmundsen, ið er frá Sandavági, har ið tey eisini settu búgv í 2006. Og tey eiga tveir synir, ið eru 18 og 19 ára gamlir.

Bogi Jacobsen er vikugestur í sendingini Vikan, og samrøðan kann hoyrast her!

 

1699245

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 22. mai
Morgunlestur fríggjadagur 22.mai 2026
208381
Hósdag 21. mai
RagnarRokk 21.mai 2026
208248
Hósdag 21. mai
Nýtt ljóð
208688
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 21. mai
Veðrið
208691
Mikudag 20. mai
Bygdin og bjørgini 3:3
202604
Mikudag 20. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208611
Týsdag 19. mai
Veðrið
208590