Einki ferðsluveðhald til tunlarnar í 2027

Einki ferðsluveðhald til tunlarnar í 2027
40 milliónir eru settar av í ár, men brúk verður bara fyri 28,6 milliónum, tí ferðslan í Sandoyartunlinum er størri enn væntað
Ferðslan í Sandoyartunlinum er størri enn væntað, og tað hevur við sær, at brúk er fyri minni pengum úr landskassanum til ferðsluveðhald.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
01.10.2024 - 15:29

Í 2027 fara eingir pengar úr landskassanum í veðhaldi til partafelagið Eystur-og Sandoyartunlar.

Tað sæst í uppskotinum um fíggjarlóg fyri 2025.

Veðhaldið var góðar 54 milliónir í 2022, tað var 47,2 milliónir í fjør, og í ár verður tað 28,6 milliónir, hóast 40 milliónir eru settar av.  

Tað er serliga tí, ferðslan í Sandoyartunlinum er størri enn væntað, sigur landsstýrið.

Roknað verður við 12 mió. kr. næsta ár, og metingin fyri 2026 er fimm milliónir. Og so heldur veðhaldið uppat.

Landið veðheldur fyri minstu ferðslu í tunlinum, sum ásett í fíggjarætlan hjá partafelagnum og í avtalu við lánveitararnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334