Fyrrverandi fótbóltsspælarin Johan Neeskens er deyður

Fyrrverandi fótbóltsspælarin Johan Neeskens er deyður
Saman við Johan Cruyff var Johan Neeskens við til at menna totalfótbóltin
Mynd: Niðurlendska fótbóltssambandið  
 
07.10.2024 - 19:59

Fyrrverandi fótbóltsspælarin Johan Neeskens er deyður 73 ára gamal.

Tað skrivar niðurlendska fótbóltssambandið, KNVB, í tíðindaskrivi.

Neeskens var ein av týdningarmestu spælarunum hjá Niðurlondum og Ajax gjøgnum 1970-árini, og var millum annað liðfelagi hjá landsmanninum Johan Cruyff.

Neeskens var partur av Ajax liðnum, sum vann evropeisku kappingina fyri meistaralið trý ár á rað - frá 1971 til 1973.


Johan Neeskens spældi 49 dystir fyri Niðurlond, og er skrásettur fyri 17 mál. MYND: Niðurlendska fótbóltssambandið, KNVB

 

Miðvallarin var eisini fimm ár í FC Barcelona, ​áðrenn hann endaði sína yrkisleið við at spæla fótbólt í USA og Sveis. 

Á niðurlendska landsliðnum var hann við til at vinna HM-silvur bæði í 1974 og 1978, umframt bronsu í EM-endaspælinum í 1976.

Við Neeskens og Cruyff sum fremstu drívmegi, so mentu Ajax og Niðurlond tann kollveltandi totalfótbóltin. Ein tilgongd til fótbóltsspælið, sum síðan hevur verið brúkt av nógvum liðum kring heimin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424