Ráðførsla í uttanlandsnevndini um fiskiveiðusáttmálan við Russland

Ráðførsla í uttanlandsnevndini um fiskiveiðusáttmálan við Russland
Formaðurin í Sambandsflokkinum spurdi løgmann um málið í tinginum fyrrapartin
Aksel V. Johannesen, løgmaður.
 
10.10.2024 - 14:17

Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum fer í næstum á fund við uttanlandsnevndina til ráðførslu um fiskirættindasáttmálan við Russland næsta ár.

Tað upplýsti Aksel V. Johannesen, løgmaður, tá ófráboðaðir spurningar vóru í løgtinginum fyrrapartin.

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, setti spurningin.

 

Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Undir orðaskiftinum vísti Liljan Weihe í Tjóðveldi á, at eingin fundur hevur verið í uttanlandsnevndini, hóast meirilutin nevndini í vár heitti á landsstýrið um at fara undir at fyrireika fiskiveiðuavtaluna  við Russland fyri 2025 skjóast gjørligt.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

10102024_Russlandssattmali

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542