Koyrdi ov skjótt á Glyvrum og fekk koyriforboð

Koyrdi ov skjótt á Glyvrum og fekk koyriforboð
Bilførarin hevði bara havt koyrikort í umleið eitt ár, og hevði fingið eitt klipp frammanundan
 
17.10.2024 - 08:25

Um eitt tíðina í nátt var ein bilførari tikin á Glyvrum fyri at koyra 75 km/t, har loyvi var at koyra 50 km/t. Hann fekk klipp í koyrikortið.  

Men viðkomandi hevði bara havt koyrikort í umleið eitt ár, og hevði eisini fingið eitt klipp frammanundan. Tí fekk hann koyriforboð.

Samstundis sum politiið kannar bilføraran, koyrir eitt prutl framvið við ov nógvari ferð. Politiið roynir at steðga prutlinum, men tað eydnast ikki í fyrstu atløgu.

 

Hevði einki koyrikort

Tað eydnaðist tó politinum at fáa fatur á bæði prutli  og førara. Tá vísti tað seg, at førarin hevði ikki koyrikort til prutl. Har var eisini ymiskt, sum ikki var í lagi við prutlinum, og hald var lagt á tað.

Seinnapartin í gjár kom eldur í eina gravimaskinu á Argjum. Maskinan fór rættiliga illa.

Ein bilførari var seinnapartin í gjár kannaður í Havn. Tað vísti seg, at hann var ávirkaður av rúsevnum, upplýsir vakthavandi hjá løgregluni.  


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329