Liam Payne úr One Direction deyður

Liam Payne úr One Direction deyður
Fyrrverandi sangari í kenda tónleikabólkinum One Direction, Liam Payne, doyði í gjár bara 31 ára gamal, tá hann datt av triðju hædd á einum gistingarhúsi í Palermo
Liam Payne gjørdist 31 ára gamal
Mynd: úr One Direction videolagi  
 
17.10.2024 - 08:38

Liam Payne, fyrrverandi sangari í kenda tónleikabólkinum One Direction, doyði í gjár bara 31 ára gamal.

Hann doyði av fallinum, tá hann datt av triðju hædd á einum gistingarhúsi í Palermo, sum er ein forstaður til Buenos Aires.

Tað váttar løgreglan í argentinska býnum sambært bretska miðlinum The Guardian.

 

Doyði á staðnum

Ein talsmaður hjá heilsutænastuni í býnum sigur, at enski sangarin datt tríggjar hæddir niður og endaði í einum innandura urtagarði á gistingarhúsinum.

Sjúkrabilar komu til gistingarhúsið nakrar fáar minuttir eftir fráboðanina, men har var einki at gera, tí maðurin var deyður á staðnum.

Sum skilst eru myndugleikarnir í ferð við at kanna málið og at líkskoðan skal gerast, tí illgruni er um at sangarin var ávirkaður av rúsevnum.

 

X Factor slóðaði vegin

Liam Payne gjørdist heimskendur, tá hann royndi seg í enska X Factor.

Fyrstu ferð var í 2008, og síðani í 2010. Hann kom ikki serliga langt sum solistur, men tá hann í 2010 bleiv bólkaður saman við Harry Styles, Louis Tomlinson, Niall Horan og Zayn Malik í One Direction, ja, so var nærmast einki mark fyri, hvussu væl umtóktir teir blivu. 

Liam Payne, ið skrivaði fleiri av hittunum hjá One Driection, eitt nú "Story Of My Life", og hevur verið bæði tónleikaframleiðari og staðið á egnum beinum tónlistarliga, síðani One Direction gavst í 2016. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751