NATO framleiðir ikki nóg nógv vápn

NATO framleiðir ikki nóg nógv vápn
Teir 32 verjumálaráðharrarnir í felagsskapinum umrøða støðuna við vápnum og lóðri í dag
Mark Rutte er nýggjur NATO-aðalskrivari.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
17.10.2024 - 13:20

NATO framleiðir ikki nóg nógv vápn og lóður, og tað kann gerast ein trupulleiki í framtíðini.

Hetta er nakað, sum teir 32 verjumálaráðharrarnir í NATO-londunum skulu umrøða, nú teir koma saman í Brússel í dag.

NATO-aðalskrivarin Mark Rutte segði upp undir fundin, at NATO ikki framleiðir nóg nógv vápn, og at framleiðslan er ov dýr.

 

Mark Rutte, NATO-aðalskrivari, og amerikanski verjumálaráðharrin, Lloyd Austin, á fundi í Brússel í dag. (Mynd: Reuters/Riotzau Scanpix)

 

NATO-londini royna at halda seg til avtaluna um at brúka tvey prosent av bruttotjóðarúrtøkuni til verjuna, men tað er verri enn so øll hendan nýtslan, sum sæst beinleiðis aftur í vápnamegi.

Og vápnini eru dýr at gera og dýr at brúka.

Sambært DR kostar tað 27 milliónir krónur at senda eina Patriot-rakett avstað í Ukraina.

Onnur lond brúka dronur, sum eru nógv bíligari at leypa á við, og við tíðini fer tað ikki at hanga saman fíggjarliga at brúka dýrar rakettir til at skjóta bíligar dronur niður við, siga verjuserfrøðingar, sum danska kringvarpið hevur tosað við.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 10. september
Nýtt ljóð
213059
Hósdag 10. september
Eitt korter við jazzi
213032
Hósdag 10. september
Morgunlestur hósdagur 10. september
212705
Mikudag 9. september
Skratsj 9. sep. 2026
212998
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 10. september
Møti hjá Frelsunarherinum - teknmálstulkað
213039
Mikudag 9. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213002
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878