Uppskot um misálit lagt fram

Uppskot um misálit lagt fram
Viðgerðin byrjar, tá tingfundurin verður tikin uppaftur klokkan 11.45
Formenninir í andstøðuflokkunum hava nú lagt uppskot fyri tingið um misálit á Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
24.10.2024 - 11:18

Formenninir teimum trimum andstøðuflokkunum hava fyri løtu síðani lagt fram uppskot um misálit á Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu.

Reglurnar siga, at í slíkum førum mugu onnur mál víkja, og uppskotið um misálit viðgerast beinan vegin.

Bárður á Steig Nelsen, Beinir Johannesen og Jenis av Rana siga soleiðis í viðmerkingunum til uppskotið:

"Vísandi til fyribilsniðurstøðuna, ið ein samd Landsstýrismálanevnd sendi landsstýriskvinnuni í umhvørvismálum í málinum um, at landsstýriskvinnan hevði sagt ósatt fyri Løgtinginum, verður lagt fram misálit á Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinnu.

Ein samd nevnd staðfesti greitt í fyribilsniðurstøðuni, at landsstýriskvinnan hevur sagt ósatt fyri Løgtinginum, og sendi niðurstøðuna til hoyringar hjá landsstýriskvinnuni. Landsstýriskvinnan svarar aftur við at máa undan trúvirðinum hjá eftirlitsstovnum Løgtingsins, ið eru ein av grundsúlunum undir okkara fólkaræði."

 

 

Myndir: Bjarni Árting Rubeksen

 

 

Les uppskotið her.

Bjørt Samuelsen, løgtingsforkvinna, hevur niðurlagt tingfundin, so tingfólk fáa høvi at lesa uppskotið, og tingfundurin verður tikin uppaftur klokkan 11.45.

Tá kemur uppskotið um misálit til viðgerðar. 

Fylg við tingfundinum her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329