Rutte: Norðurkoreanskir hermenn eru í Russlandi

Rutte: Norðurkoreanskir hermenn eru í Russlandi
NATO-aðalskrivarin sigur, at hetta ger støðuna enn spentari í Ukraina, har Russland gjørdi innrás fyri meira enn hálvumtriðja ári síðani
Mark Rutte, NATO-aðalskrivari.
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
28.10.2024 - 14:55

NATO-aðalskrivarin, Mark Rutte, váttar nú, at norðurkoreanskir hermenn longu eru komnir til Russlands.

Tað veit Reuters at siga.

- Eg kann vátta, at norðurkoreanskar herdeildir eru komnar til Russlands og eru til staðar í Kursk-økinum, verður Rutte endurgivin fyri at siga.

NATO-aðalskrivarin sigur, at hetta ger støðuna enn spentari í Ukraina, har Russland gjørdi innrás fyri meira enn hálvumtriðja ári síðani.

- Hetta er ein hóttan ímóti trygdini í Evropa, sigur Rutte, ið heitir á Russland og Norðurkorea um alt fyri eitt at gevast við sínum ólógliga virksemi.

Rutte dylir ikki fyri, at nýggjasta stigið hjá russum er tekin um, at russiski forsetin, Vladimir Putin, er bæði ráðaleysur og hættisligur.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 15. mai
Morgunlestur fríggjadagur 15.mai 2026
208061
Hósdag 14. mai
RagnarRokk 14.mai 2026
208246
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343