Telja atkvøður umaftur í Georgia

Telja atkvøður umaftur í Georgia
Talt verður umaftur í 14 prosentum av valstøðunum. Í løtuni er russiskvinarligi flokkurin "Georgiski dreymurin" á odda
Salome Zourabichvili, forseti í Georgia, á val. Hon hevur boðað frá, at hon viðurkennir ikki valúrslitið.
Mynd: Reuters/Ritzau Scanpix  
 
29.10.2024 - 15:10

Valmyndugleikararnir í Georgia skulu telja atkvøðurnar umaftur, har ivi er sáddur, um uppteljingin fór fram á rættan hátt.

Talt verður upp umaftur í 14 prosentum av valstøðunum, siga valmyndugleikarnir.

Í hvørjum valdømi skulu atkvøður frá fimm tilvildarliga valdum valhølum teljast umaftur.

Eftir at nærum allar atkvøðurnar eru taldar, er russiskvinarligi flokkurin "Georgiski dreymurin" á odda við 53,9 prosentum av atkvøðunum. 

Andstøðan hevur 37,7 prosent.

ES-vinarliga andstøðan hevur funnist hvassliga at valúrslitinum, sum hon sigur skeivt, tí svikað var á valinum.

Fleiri túsund fólk mótmæltu í høvuðsstaðnum Tblisi í gjár.

Valeygleiðarar hava avdúkað óreglusemi í fleiri førum í sambandi við atkvøðugreiðsluna.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Fríggjadag 28. august
Breddin: Politiskt orðaskifti um eldraøkið
212394
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290
Týsdag 25. august
Veðrið
212262