Júst sama tal í ár sum í fjør

Júst sama tal í ár sum í fjør
121 nýggj akfør vóru skrásett í oktober, júst sama tal sum í oktober í fjør, skrivar Akstovan
Færri bilar eru komnir í ár enn í fjør.
 
04.11.2024 - 06:16

121 nýggj akfør vóru skrásett í oktober, júst sama tal sum í oktober í fjør, skrivar Akstovan.

Serliga vøruvognarnir gera munin.

Teir eru 30 í ár.

Teir vóru 18 í oktober í fjør.

Men higartil í ár eru akførini nógv færri enn til 1. november í fjør.

Tey eru 416 færri, 23,8 prosent.

Persónbilarnir eru 361 færri.

Innflutt brúkt akfør eru færri í ár enn í fjør.

Tey vóru 25 í oktober og 41 í oktober í fjør.

Til 1. november eru tey góð 40 prosent færri enn í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302