Hevur givið treiskni at halda áfram

Hevur givið treiskni at halda áfram
VIKUGESTURIN: Ingilín D. Strøm er farin úr landsstýrissessinum í løgtingssessin, men hóast misálitið á hana var ein smeitur, er tað eisini vorðið ein drívmegi.
Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.11.2024 - 13:15

Indignatión - tað, at ganga høgt uppí eitthvørt, og gerast firtin um órættvísi - er eitt orð, sum vinkonur hjá Ingilín D. Strøm høvdu nýtt, skulu tær lýsa hana. 

- Tað er jú bæði gott og ringt. Tað er gott, tí mann kanska kemur á mál við nøkrum tingum, men tað er minni gott, um ein verður heilt vekk í indignatiónini, sigur Ingilín við einum smíli, tá hon verður biðin um at lýsa seg sjálva.

 

Fingið politikk og samfelagstilvit inn við móðurmjólkini

Ingilín Didriksen Strøm er 33 ára gomul, bachelor í føroyskum máli og mentan frá Fróðskaparsetrinum og býr í dag á Velbastað saman við manni sínum Teiti Lassen og átta ára gamla soni teirra.

Hon stillaði fyrstu ferð upp fyri Javnaðarflokkin til Løgtingsvalið í 2019, har hon fekk 543 persónligar atkvøður. Á løgtingsvalinum í 2022 fekk hon 787 persónligar atkvøður, og báðu ferðirnar varð hon næstvald á ting fyri Javnaðarflokkin aftaná formannin Aksel V. Johannesen. 

Indignatiónin, politiski áhugin og ábyrgdarkenslan fyri umheiminum hevur verið ein stórur partur av uppvøkstrinum og lívinum hjá Ingilín. Mamman, Gyðju Hjalmarsdóttir Didriksen, var virkin í fakfelagsarbeiði, og pápin, Hans Pauli Strøm, sat á tingið fyri Javnaðarflokkin frá 1998 til 2002 og frá 2008-2011. Hann var eisini heilsumálaráðharri frá 2004-2009.

- Tað hevur verið tosað nógv um politikk í mínum barndómsheimi - kanska serliga um hugtøk sum solidaritetur, og um tað at taka ábygrd og lut. Fleiri í familjuni hava verið politisk virkin, og eg havi havt nógvar kvinnuligar fyrimyndir - mostrar, fastrar og vinkonur. Omma mín stillaði upp á kvinnulistanum í Vestmanna, og var virkin uppá nógvar mátar, og tað hevur heilt vist givið mær áræði og hug at gerast politisk virkin, sigur Ingilín. 

 

Umhvørvistilvit birtist í fólkaskúlanum 

Áhugin fyri umhvørvinum hevur spakuliga tikið skap gjøgnum uppvøksturin hjá Ingilín - eitt nú í fólkaskúlanum í Vestmanna:

- Skúlin í Vestmanna var ein grønur skúli. Vit skuldu skilja ruskið, endurnýttu nógv, plantaðu trøð og fingu á tann hátt umhvørvistilvitið inni undir húðina, sigur Ingilín. 

Sum ung valdi hon at taka tvey ár av studentaskúlanum á UWC Red Cross Nordic í Noregi. Tað er studentaskúli, ið Reyði Krossur rekur kring heimin, hvørs endamál er at savna ung úr øllum heiminum, at arbeiða fyri tilviti um fjølbroytni og ymsar mentanir, og har dentur verður lagdur á umhvørvi og sosiala ábyrgd.

- Tíðin har gav mær enn størri hug til at taka lut í felagsskapum og at arbeiða fyri einum samhaldsfastum samfelagi - eisini millum fólkasløg, landamørk, ættarlið og fyri verðurlagnum, sigur Inglín.

 

Misálitið eitt bakkast, men hevur ikki sligið hana út

Fyri tveimum vikum síðani legði Ingilín Strøm frá sær sum landsstýriskvinna í Umhvørvismálum, tí tað var greitt, at ein meiriluti í Løgtinginum ikki hevði álit á hana. Hon segði seg úr starvi beint áðrenn viðgerðina av einum misáliti, sum andstøðuflokkarnir høvdu lagt fram, og sum tveir samgongulimir úr Tjóðveldi høvdu boðað frá, at teir fóru at atkvøða fyri.

Áðrenn málið var komið so langt, hevði ein viðgerð verið í landsstýsimálanevndini um eina kæru frá Jacob Vestergaard, tingmanni fyri Fólkaflokkin, sum kærdi Ingilín fyri at hava sagt ósatt fyri Løgtinginum, tá hon segði, at: hon ongar ábendingar hevði fingið um, at trupulleikar vóru við langtíðarhaldførinum hjá Bústøðum. Jacob Vestergaard vísti serliga til frágreiðing hjá Landsgrannskoðaranum, sum hann helt vísti, at trupulleikar vóru við langtíðarhaldførinum.

Fyribilsniðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini var, at Ingilín hevði sagt ósatt fyri tinginum. Men eftir at hava viðgjørt drúgva hoyringarsvarið frá Ingilín og Umhvørvismálaráðnum gjørdist niðurstøðan hjá landsstýrismálanevndini at seta ein kanningarstjóra at kanna málið. Støða er ikki tikin til tað enn. Spurd um, hvørt Ingilín framvegis stendur við, at hon ikki hevur sagt ósatt fyri tinginum, svarar hon:

- Kenslan er framvegis, at ákæran kendist órættvíst, tí eg veit, at eg ikki havi sagt ósatt fyri Løgtinginum. Mítt arbeiði hevur snúð seg um, at tryggja eitt sterkt bústaðarfelag, sum vit hava tørv á. Tí kennist tað niðurbrótandi at skula brúka tíð uppá slíkt stríð, heldur enn uppá mál innan arbeiðsmarknað, bústaðarøkið og veðurlagsøkið, sum nú standa og bíða, sígur Ingilín. Hon leggur aftrat, at júst hasin parturin av politikki ikki er tað, sum hon fór uppí politikk til, men hon ásannar, at tað er ein partur av dystinum um valdið. 

Frágreiðingin frá landsgrannskoðanini vísti á trupulleikar við rakstrinum og haldførinum av Bústøðum. So stórar avbjóðingar, at neyugt er at gera stórar broytingar - eitt nú at hækka húsaleiguna, fyribils steðga við at byggja nýtt og siga fólk úr starvi. Spurd um, hvørt Ingilín ikki átti at verið minni avgjørd í sínum orðavalið, svarar Ingilín: 

- Sjávlandi eru ting, sum mann kundi gjørt øðrvísi. Men í hasi støðuni, haldi eg ikki, at kundi gjørt nakað annað, enn eg gjørdi. Eg fór ikki upp í politikk fyri at geva upp, so skjótt sum eg fekk eitt sindur av mótstøðu. Tá kemur mann ikki rættiliga langt í politikki.

Og misálitið hevur ikki givið henni hug til at gevast í politkki: 

- Eg haldi kanska, at tað hevur staðfest, at tað skal eg í øllum førum. Men eg havi ein vón um, at vit førka okkum burtur frá runublakarínum og slíkum stríði og yvirímóti konstruktivum politikki.

 

Lurtið eftir allari samrøðuni við Ingilín Didriksen Strøm, tingkvinnu fyri Javnaðarflokkin.

 

1707497

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 22. desember
Jambalaja - 211224
185474
Sunnudag 22. desember
Eitt drúgt arbeiðslív í SEV (1:2)
185472
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 22. desember
Andakt við Steintóru Gleðisheygg Joensen
185477
Fríggjadag 20. desember
Veðrið
185431
Fríggjadag 20. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
185410
Mikudag 18. desember
E elski Førjar 6
185285