Fólkatalið veksur ikki so skjótt longur

Fólkatalið veksur ikki so skjótt longur
309 fólk fleiri búðu í Føroyum 1. oktober enn sama mánað í fjør
54.668 fólk búðu í Føroyum 1. oktober.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
11.11.2024 - 11:30

Fólkatalkið í Føroyum veksur ikki so skjótt nú.

54.668 búðu í Føroyum 1. oktober.

Tað eru 309 fleiri enn 1. oktober í fjør. Vøksturin er 0,6 prosent.

 

 

Frá 1. oktober í 2022 til 1. oktober 2023 var vøksturin 0,8 prosent.

Munurin er 148 fólk.

Broytingin er javnt býtt millum burðaravlopið og nettoflytingina.

Burðaravlopið var 128 og nettoflytingin 181 fólk frá 1. oktober í fjør til 1. oktober í ár.  

 

 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717