Loysir seg nógv best at fiska á Flemish Cap

Loysir seg nógv best at fiska á Flemish Cap
Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur, hevur samanborið fiskiskapin hjá línuskipunum á landgrunninum og Føroyabanka við fiskiskapin á fjarleiðum
Kambur gjørdi roktúr á Flemish Cap. Teir royndu í 24 dagar og fiskaðu 400 tons.
Mynd: Føroyska sjómansmissiónin  
 
11.11.2024 - 10:24

Tað loysir seg nógv best hjá føroysku línuskipunum at fiska á Flemish Cap. 

Tað vísir nýggj kanning, sum Magni Laksafoss, búskaparfrøðingur og granskari hjá Sjókovanum, hevur gjørt. 

 

Magni Laksafoss

 

Hann hevur samanborið fiskiskapin hjá línuskipunum á føroyska landgrunninum og Føroyabanka við fiskiskapin í Íslandi, Grønlandi og á Flemish Cap.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

11112024 - Magni Laksafoss


Fríggjadagin kom frystilínuskipið Kambur aftur av túri á Flemish Cap. Teir hava verið burtur í seks vikur, og fiskiskapurin hevur verið sera góður.

Teir hava fingið góð 400 tons av avhøvdaðum toski í 24 dagar, skrivar Føroyska sjómansmissiónin. 

Kambur skal landa í Kollafirði, og í hesi vikuni verður farið til Íslands at fiska kvotuna, sum skipið eigur har.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 4. august
Ung lesa 5.partur - Hungursleikirnir
210832
Týsdag 4. august
Morgunlestur týsdagur
211543
Mánadag 3. august
Poppverturin 10
208464
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558
Fríggjadag 31. juli
Veðrið
211454
Mikudag 29. juli
Reyðar baklyktir á vegnum
16327