Rukku ikki minstamarkinum fyri javnstøðu

Rukku ikki minstamarkinum fyri javnstøðu
Av teimum, sum vóru vald í bý- og bygdaráð í gjár, eru tveir triðingar menn og ein triðingur kvinnur
134 menn og 67 kvinnur vóru vald í nýggju kommunustýrini í gjár.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
13.11.2024 - 13:12

Tað eydnaðist ikki at røkka minstamarkinum fyri javnstøðu á kommunuvalinum hesa ferð.

Nú allar atkvøður eru taldar, eru 134 menn og 67 kvinnur vald í bý- og bygdaráðini í landinum.

Av teimum valdu eru tveir triðingar menn og ein triðingur kvinnur.

 

Niels Uni Dam er formaður í Demokratia. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

 

Sjónlig afturgongd

Í Runavíkar kommunu er afturgongdin av kvinnum í kommunustýrinum sjónlig.

Í 2020 vórðu fýra kvinnur valdar í býráðið í Runavík og sjey menn. Í ár er ein kvinna vald og 10 menn. 

Tað er Sigrun Jónsveinsdóttir.

Sambært henni hevði tað verið ynskiligt, at fleiri kvinnur blivu valdar, og at javnstøða var í býráðnum.

Men tá tað nú einaferð er soleiðis, sigur Sigrun Jónsveinsdóttir:

- Eg má í hvussu er arbeiða hart fyri teimum málunum, sum eg havi sett mær fyri. 

 

Sigrun Jónsveinsdóttir.(Mynd av Facebook-vanga)

 

Kundi gerast søguligt

Ársins kommunuval hevði møguleika at gerast søguligt fyri javnstøðuna í føroyskum kommunalpolitikki.  

Ongantíð hava so nógvar kvinnur stillað upp til val. Men soleiðis bleiv ikki.  

Úrslitið er ikki bert uttan fyri minstamarkið fyri javnstøðu, sum er 60/40.

Tað er eisini ein afturgongd síðani seinasta kommunuval í 2020.

Tá vórðu 36 prosent kvinnur valdar í kommunustýrini í Føroyum. Hetta merkir, at tað eru næstan trý prosent færri kvinnur, sum eru valdar hesa ferð.

Í Hvannasunds og Skúvoyar kommunu vóru ongar kvinnur valdar inn. 

Hoyr innslagið við Sigrun Jónsveinsdóttir, sum er einsamøll kvinna í býráðnum í Runavík, og Niels Una Dam, formann í Demokratia, sum greiða frá úrslitinum.

 

 

13112024_Kommunuval_og_kynsbyti

 

 

 

 
 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 26. desember
Guðstænasta úr Rituvíkar kirkju
201982
Hósdag 25. desember
Guðstænasta úr Havnar kirkju
201973
Hósdag 25. desember
Tórshavnar Manskór Jólakonsert
201682
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871