Svein í Heiðunum er ársins ferðavinnufólk 2024

Svein í Heiðunum er ársins ferðavinnufólk 2024
- Eg stórtrívist, tá tað er nógv at gera, og eg fái uppgávur, eg ikki havi roynt fyrr, sigur Svein í Heiðunum
 
18.11.2024 - 10:27

- Arbeiðið er næstan eisini mítt ítriv.

Soleiðis sigur Svein í Heiðunum, sum á ferðavinnustevnu fyrr í mánaðinum fekk heiðurin ársins ferðavinnufólk 2024.

Í útvið 30 ár hevur Svein í Heiðunum arbeitt í ferðavinnuni. 

Eitt starv, sum hann veruliga brennur fyri. 

- Mær dámar so ómetaliga væl, tá vit megna at loysa truplar uppgávur, og ferðafólkini eru glað og nøgd. Tá gongur alt upp í eina hægri eind, sigur Svein í Heiðunum.

Seinastu útvið 20 árini hevur hann arbeitt á Smyril Line og er í dag tænastu- og góðskuleiðari. Eitt starv, sum til tíðir krevur nógv.

- Eg arbeiði nógv. Eitt nú havi eg ikki veruliga havt nakra summarferiu í ár. Men tað hugsi eg ikki so nógv um. Eg kann altíð verða uppringdur um onkra ávísa uppgávu, og í teimum førum, tá talan er um eina trupla og kanska álvarsama uppgávu, ja, tá tími eg ordiliga væl, sigur Svein í Heiðunum, sum tó vísir á, at hann eisini hevur tørv á at halda frí viðhvørt. 

- Eg haldi eisini frí viðhvørt, tí eg havi góð fólk afturat mær og hugsi um at geva mína vitan og royndir víðari, sigur Svein í Heiðunum.

Í morgunsendingini greiðir hann frá lívsstarvinum, um ferðavinnuna í Føroyum og framtíðarútlit.

1708717

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 29. desember
Mono - fyrsta av trimum sendingum
202055
Mánadag 29. desember
Morgunlestur mánadagur 29.desember 2025
201925
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 29. desember
Veðrið
202051
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni.
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983