1293 fólk skulu hava góðar 22 milliónir aftur í heilsutrygdargjaldi

1293 fólk skulu hava góðar 22 milliónir aftur í heilsutrygdargjaldi
Uppskotið er farið til hoyringar, og miðað verður eftir at leggja tað fram í januar
Súsanna Bertholdsen er nýggj landsstýriskvinna í heilsumálum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
19.11.2024 - 15:33

Lógaruppskot um at afturrinda heilsutrygdargjald er farið til hoyringar, og miðað verður eftir at leggja uppskotið fyri tingið í januar.

Tað sigur Súsanna Bertholdsen, landsstýriskvinna í heilsumálum, í svari til Johan Dahl, løgtingsmann, sum hevur spurt um málið.

Freistin at gera viðmerkingar til uppskotið er 12. desember.

 

Johan Dahl. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Sambært uppskotinum er besta boðið hjá TAKS, at rindast skulu góðar 22 milliónir kr. aftur í heilsutrygdargjaldi til 1293 fólk.

Hetta er samlaða upphæddin, sum tey 1293 fólkini hava goldið í heilsutrygdargjaldi frá 2014 til 2023.

 

 

Les alt uppskotið her.

 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Mono - Gissur Patursson - 300926
214057
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040
Mikudag 30. september
Gylta gullið (4:5)
25026
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037