Lekur í Sandoyartunlinum

Lekur í Sandoyartunlinum
Tunnilin verður stongdur fyri ferðslu fimm kvøld um vikuna næstu tríggjar vikurnar
Tað dryppar illa í Sandoyartunlinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
26.11.2024 - 09:46

Tað dryppar illa undan loftinum í Sandoyartunlinum.

Tí verður tunnilin nú stongdur fyri ferðslu fimm kvøld um vikuna næstu tríggjar vikurnar.

Tað er minni enn eitt ár síðani Sandoyartunnilin læt upp fyri ferðslu.

Uni Danielsen, tunnilsstjóri, sigur, at tað er komið eitt sindur óvart á, at tað longu nú er neyðugt at gera eitt so umfatandi arbeiði í tunlinum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

26112024_Sandoyartunnil_og_umvaeling

 

Sandoyartunnilin verður stongdur fyri ferðslu frá kl. 22 til kl. 06 fimm nætur um vikuna næstu tríggjar vikurnar.

Ferðslan fer tó at verða leidd gjøgnum tunnilin kl. 23, 24, 02 og 04.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 30. september
Eitt korter við klassiskum tónleiki
214040
Mikudag 30. september
Orðaval #38: Málsøga
214020
Mikudag 30. september
Heilsuhornið
214029
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 30. september
Myndlist í Føroyum (1:11) - teknmálstulkað
214037
Mikudag 30. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
214022
Týsdag 29. september
Veðrið
213971
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906