Enn ein á Lakjuni-systir hugtekur við jólasangi

Enn ein á Lakjuni-systir hugtekur við jólasangi
Fyrst bergtók Victori á Lakjuni øll fyri sjey áru síðani við sínari tulking av "Mary Did You Know". Nú ger lítlasysturin Paula Viktoriu kynstrið eftir við "Noel"
Paula á Lakjuni tulkar "Noel"
Mynd: Eyðbjørn Jacobsen, eydbii.com  
 
04.12.2024 - 12:24

Paula á Lakjuni gjørdist heimskend í Føroyum, tá hon var eitt av børnunum, ið sang við at hittinum "Tað kundi verið eg" hjá Steintóri Rasmussen. 

Á nýggju, ensku útgávuni av sanginum, "What If It Were Me", hoyrist, at Paula á Lakjuni hevur ment seg nógv sum sangari, og hevur Paula lagt eina framúrskarandi tulking av jólasanginum "Noel" á YouTube. 

Her hoyrist á øllum brøgdum, at hon er eitt sjáldsama stórt sangtalent. 

 

Paula hevur gott í at bræða. Hon er lítlasystur Victoriu á Lakjuni, sum í 2017 nærmast ognartók jólini hetta árið við sínari framúrskarandi tulking av "Mary Did You Know", sum er stroymd næstan eina hálva millión ferðir á YouTube. 

Framúrskarandi undirspælið á klaverinum til báðar jólasangirnar hjá á Lakjuni-systrunum eigur stórasysturin hjá Paulu og Viktoriu, Evy á Lakjuni. 


Evy á Lakjuni er stórasystir bæði Paulu og Viktoriu og hevur klaverfylgisspælið undir (Mynd: Eyðbjørn Jacobsen)

 

Pætur Gerðalíð, ið eisini hevur framleitt, og Helena Johannesen spæla sello, meðan gamli ljóðkandakallurin Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastrað. 

Upptøkurnar av framførsluni í Varpinum hevur Eyðbjørn Jacobsen, eydbii, gjørt.


Pætur Gerðalíð spælir sello og hevur framleitt útgávuna hjá Paulu á Lakjuni av "Noel" (Mynd: Eyðbjørn Jacobsen, eydbii.com)

 

Sangin "Noel" skrivaðu Chris Tomlin, Ed Cash og Matt Redman. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 24. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 24.apríl 2026
207138
Hósdag 23. apríl
RagnarRokk 23.apríl 2026
206722
Hósdag 23. apríl
Kvørnin: "Wolfgang"
207484
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 23. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
207494
Hósdag 23. apríl
Veðrið - teknmálstulkað
207493
Hósdag 23. apríl
Sært tú fuglin? III 2:4
207489