Eingin kanningarstjóri settur enn

Eingin kanningarstjóri settur enn
Fyrst skal landsstýrismálanevndin gera arbeiðssetning til kanningarstjóran í málinum um Ingilín D. Strøm, fyrrverandi landsstýriskvinnu
Landsstýrismálanevndin skal fyrst gera arbeiðssetning til kanningarstjóran.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
12.12.2024 - 09:03

Hóast skjótt tveir mánaðir eru siðani, at løgtingsforkvinnan bleiv biðin um at seta kanningarstjóra at kanna Ingilín D. Strøm, fyrrverandi landsstýriskvinnu, og tað, sum hon segði í løgtinginum um haldførið hjá Bústøðum, er eingin kanningarstjóri settur enn.

Tí fyrst skal landsstýrismálanevndin gera ein arbeiðssetning til kanningarstjóran.

Og hann er ikki gjørdur enn.

Ikki er vist heldur, at hann verður gjørdur í ár, sigur Hans Jacob Thomsen, formaður í landsstýrismálanevndini.

 

Kristina Samuelsen,. advokatur.

 

Kristina kannar Dennis

Nevndin hevur biðið Kristinu Samuelsen, advoktat, kanna, um Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, bar seg rætt at, tá hann læt 35.000 tons av svartkjafti sum felagskvotu.

Hon skal gera arbeiðið, sum løgfrøðiliga fyrisitingin hjá løgtinginum annars skuldi gera.

Tað er í samráði við løgtingsstjóran, at Kristina Samulsen er biðin, sigur Hans Jacob Thomsen. 

Miðað verður eftir, at hetta arbeiðið er liðugt fyri jól.

Árni Skaale, løgtingsmaður og fyrrverandi landsstýrismaður í fiskivinnumálum, kærdi Dennis Holm.

Tað var 5. mai.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 6.partur (6:7)
109104
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 5.partur (5:7)
109064
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 4.partur (4:7)
109063
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786
Hósdag 24. september
Veðrið
213751
Mikudag 23. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213666