Aktaði ikki boðum frá løgregluni

Aktaði ikki boðum frá løgregluni
Eitt fólk er í nátt skuldsett fyri rúsdrekkakoyring, fyri ferðsluóahapp í sambandi við rúsdrekkakoyring og fyri ikki at akta boðum frá løgregluni
 
04.01.2025 - 10:25

Bilførarin í einum persónbili koyrdi so mikið ótrygt, at løgreglan metti, at neyðugt var at steðga bilinum, - hetta var í Rituvík. Men bilførarin koyrdi undan løgregluni gjøgnum bæði bygt og óbygt øki, og tá ið komið var inn á Glyvur, - omanfyri bátahylin, avgjørdi løgreglan at koyra á bilin fyri at fáa hann at stegða.

Stoyturin gjørdi, at bilførarin misti tamarhaldið á bilinum, sum fór skoytandi eftir vegnum. Bilarnir fingu lítlan skaðan, sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini.

Bilførarin er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring, fyri ferðsluóhapp í sambandi við rúsdrekkakoyring og fyri ikki at akta boðum frá løgregluni.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985
Týsdag 18. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211970
Mánadag 17. august
Veðrið
211923