Justin Trudeau fer frá sum kanadiskur forsætisráðharri

Justin Trudeau fer frá sum kanadiskur forsætisráðharri
Liberali flokkurin í Kanada skal hava nýtt forfólk, og harvið skal Kanada eisini hava ein nýggja forsætisráðharra. Justin Trudeau fer frá sum floksformaður og forsætisráðharri
Justin Trudeau
Mynd: Patrick Doyle/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
06.01.2025 - 17:09

Justin Trudeau fer frá sum floksformaður í liberala flokkinum í Kanada, og hann fer eisini frá sum kanadiskur forsætismálaráðharri, tá ið nýggjur floksformaður er valdur.

Tað boðaði kanadiski forsætisráðharrin frá á tíðindafundi í Ottawa seinnapartin.

Justin Trudeau verður sitandi sum forsætisráðharri, til nýggjur formaður er valdur. Men hann hevur heitt á generalguvernørin í Kanada um at steðga tingarbeiðnum til tann 24. mars, so at liberali flokkurin fær stundir at velja hansara avloysara.

 

Verið undir trýsti í langa tíð

Justin Trudeau hevur í longri tíð verið undir trýsti frá floksfelagum og vánaligum meiningakanningum. 

Í september yvirlivdi hann eitt uppskot frá kanadisku andstøðuni um misálit, og í desember fór fíggjarmálaráðharrin Chrystia Freeland frá.

Ósemja var millum hana og forsætisráðharran um fíggjarmál, og tey vóru eisini ósamd um, hvussu ávísar handilshóttanir frá Donald Trump skulu handfarast; komandi forsetin í USA ætlar at áseta 25 prosent í tolli á allar kanadiskar vørur.

Val verður til kanadiska tjóðartingið í oktober.

Justin Trudeau hevur verið forsætisráðharri í Kanada síðan 2015.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. apríl
Flaggdagshald 2026
207663
Týsdag 28. apríl
Breddin: Fútin og Bakkafrostmálið
207660
Mánadag 27. apríl
Við Tórði á túri um Leirvíksfjall
207621
Mánadag 27. apríl
KÍ aftur á slóðina
207602
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 27. apríl
Veðrið
207632
Sunnudag 26. apríl
Guðstænasta úr Sandavágs kirkju
207572
Fríggjadag 24. apríl
Hallucination
207204
Fríggjadag 24. apríl
Veðrið
207539
Fríggjadag 24. apríl
Kakumiks 2 (6:7)
207533